Guds kærleiki er kraft – og uttan ótta!

”Elskaðu tit, hevur Guð soleiðis elskað okkum, tá eiga vit eisini at elska hvør annan.”
1.Joh.4,11

Í Getsemane kallaði Jesus Judas „VINUR MÍN“, hóast hann sleiskur kysti Jesus og sveik hann. Ja, Orðið kallar Judas SVÍKJARIN, men Jesus kallar hann „vinur mín!“ (Matt. 26,45–50).

Einsamallur, svikin, vrakaður, háðaður, hildin fyri gjøldur, píndur og líðandi bað Jesus hesa bøn á krossinum: „Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!“ (Luk. 23,32– 34). So ómetaliga sterkur og øðrvísi er Guds kærleiki. Um vit dagliga raðfesta felagsskapin við Faðir, Son og Heilaga Anda – og Orðið, so vil Guds kærleiki vera líka stórur í okkum. Vit vita tað kanska ikki. Kanska trúgva vit tí ikki. Kanska skuggar jantelógin fyri tí. Men veruleikin er, at um vit eru fødd av nýggjum, bera vit Guds kærleika innan í okkum, og hann kann smelta og broyta ísakøld hjørtu.

Rómverjabrævið 5,5 sigur: „Kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við heilagum anda, sum okkum er givin.“

Vit kunnu ikki røkka øll við evangeliinum, men øll kunnu náa ein. Áhaldandi bøn fyri einum menniskja er eisini at náa ein. Bið Heilaga Andan vísa tær eitt menniskja, sum tú regluliga skalt biðja fyri. Títt stríð fer ikki at vera nyttuleyst.

Og so hevur Guds kærleiki ta ómetaligu kraftina í sær, at hann rekur út óttan. Tað er ein ovurmikil náði og signing at eiga hesa kraft, sum rekur út ta pláguna, sum pínur menniskju í okkara tíð: Óttin (1. Jóhs. 4,18).

Bið um, at menniskju møta Guds kærleika í tær – eisini tey menniskju, sum tú hevur ringt við at umgangast. Ja, sjálvt tey, sum gera lívið stríggið fyri teg. Tá ið tað hendir, er Guds kærleiki fullkomin í tær, sum Jóhannes sigur tað í 1. Jóhs. kap. 4. Effie Campbell umsetti