Guds leiðsla
”Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar. ”
Sálmur 121,2
Ein maður fór inn á eitt ellisheim í Noregi at vitja eina trúgvandi konu, sum fylti 95 ár. Hann bað hana siga eitt sindur frá lívi sínum.
“Eg havi altíð roknað við Guds leiðslu í øllum viðurskiftum,” segði konan. “Tá ið eg fór úr skúlanum, fór eg inn til býin at tæna. Ein dagin kom ein vinkona mín og bað meg koma á eitt møti komandi leygarkvøld. Men eg hevði jú ikki frí. Eg segði við Gud, at um tað var vilji hansara, at eg skuldi fara á møtið, mátti frúan, eg tænti hjá, geva mær frí. “Tú mást siga tað við hana, Gud!” segði eg. Leygardagin kom hon til mín og segði: “Tú kanst fáa frí og fara út, um tú hevur hug.”
Tá á døgum var stór neyð og vesaldómur í stórbýnum, og “slummsystrarnar” gjørdu eitt heilhugað arbeiði har. Tá segði eg við Gud: “Um eg skal út í stríðið, mást tú lata frú Andersen spyrja meg.” Tað týdningarmesta fyri meg var at vera undir Guds leiðslu. Ein dagin kom hon og segði: “Skalt tú ikki verða slummsystir?” Eg svaraði: “Nei, eg havi ikki dirvi til tað, eg eri ikki so prátingarsom!” So segði eg við hana: “Nær komst tú at hugsa um hatta?” Hon svaraði: “Fyri 14 døgum síðani.” Tað var tann dagin, eg bað Gud brúka hana sum eitt prógv um Guds kall.
Henda gamla konan bleiv slummsystir og arbeiddi har eitt langt og lukkuligt lív. Eisini vegur tín er í Harrans hond; spyr hann til ráðs, tá ið tú stendur ivandi. Spyr tó fyrst, hvat Harrin sigur! (1. Kongab. 22,5 ) Leyp ikki framav, men bíða eftir honum. Í Job 35,14 lesa vit : ”Eisini táið tú sigur, at tú sært Hann ikki, er málið fyri ásjón Hansara, og tú mást bíða eftir Honum. ” Ja, tí: ”Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar. ”
Sálmur 121,2
“…so leingi sum hann søkti Harran, gav Guð honum eydnu.” 2.Krýn.26,5
Tó Harrin leiðir sjálvur fólk sítt her.
Er náttin myrk, eldstólpin er í fylgi,
og fyrijáttan Guds av øllum ber,
oss leiðir trygt ígjøgnum ódn og bylgju.
Lít tí á Harran, tíðin long ei er.
Er leiðin trupul, ljóst er har, vit stevna.
Lít móti degnum, og alt annað fer,
lít hagar, sál, har Jesus vil teg fevna.
E. Campbell umsetti.
Edvard Poulsen

