Guds orð til frelsu

”Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: »Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.« ”
Jóh.8,31-32

 

Tá ein maður fyri fyrstu ferð í lívi sínum byrjaði at lesa í Bíbliuni, segði hann til konu sína: ”Um henda bók er sonn, so halda vit skeiva kós.”

 

Hann las víðari og segði: ”Um henda bók er sonn, so eru vit glatað.”

 

Aftaná at hava lisið enn meira segði hann: ”Um henda bók er sonn, so kunnu vit verða frelst.”