Guds stórleiki

”Um dagin veik ikki skýstólpin frá fólkinum og ikki heldur eldstólpin um náttina.”
2.Mós.13,22

Hvat gat eg sagt? Ja, málið mítt,
o, Gud, ei megnar mæla,
hvør ríkt er kærleiksundur títt
og vís tín stjórn og tala.

Við hesum orðum frá Brorson mugu vit siga, hvussu smá og lítisverd orð okkara eru, tá ið tey skulu lýsa okkara stóra Gud.
Sum vit mugu vera takksom fyri, at Guds almáttur er í samlag við vísdóm hansara. Í sínum almátti førdi Gud fólk sítt út úr Egyptalandi; men í vísdómi sínum leiddi hann tey ein umveg, fyri at tey ikki skuldu angra tað, tá ið royndirnar komu, og venda aftur til Egyptalands. 2. Mós. 13,17.
Gud veit, at okkara gamla natúr verður freistað ferð eftir ferð at venda aftur til Egyptalands, tí ynskir hann at brenna brýrnar aftan fyri okkum, og í øllum hesum veik hann ikki frá fólkinum um dagin ella náttina (2. Mós. 13,22). So stórum Gudi tæna vit! Og so stóran Gud mugu vit boða okkara fólki, sum hevur so stóran tørv á Harranum. Kæru vinir, latið okkum taka í hendurnar á teimum og føra tey til hansara, sum er mentur at leiða tey á røttu leiðina fyri navn sítt.
Effie Campbell umsetti.