Guds vælsignilsi
”Men mítt góða er at vera Guði nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum.”
Sálm.73,28
”Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Guði.« ”
Luk.12,21
Einaferð varð ein gamal og ríkur bakarameistari spurdur, hvussu hann hevði borið seg at við at gerast so ríkur og harvið funnið eydnuna.
Bakarameistarin brosaði, tá ið hann hoyrdi spurningin, og svaraði:
– Eg haldi, at tit hava vent spurninginum við. Eg havi ongantíð leitað eftir lukku og eydnu. Eg havi alt lív mítt roynt at baka gott breyð við signing Guds, og eg má siga, at uttan Guds hjálp hevði eg ongantíð verið til nakað.
Hvussu nógv hava ikki leitað eftir eydnu og lukku? Slitið seg sjálvan upp, lív teirra er vorðið munandi stytt, tí tey hava leitað eftir eydnu, sum fyri tey var peningur, ríkidømi og æra. Men tey hava gloymt tað virðismesta her í lívinum, nevniliga signing Guds.
Hvat hjálpir tær, um tú fekst ríkidømi og æru, men um tær restaði Guds signing? Hvønn týdning hevði tað fyri teg, um tú fekst Guds signing, men hinvegin hevði tynri peningamappu?
Ja, eydnu er at hava funnið fram til, at størsta ríkidømið her í lívinum er ikki gull, silvur ella annað ríkidømi, men at eiga og at vera undir Guds signing. Eigur tú tað, ert tú av sonnum ríkur. Eigur tú ikki tað, ja, so ert tú sanniliga fátækur.
Hann, ið ynskir Guds signing, skal røkta ta jarðisku uppgávu, sum Skaparin hevur givið honum, uttan mun til, hvat hetta arbeiði er.
Eydna kann ikki keypast, men fæst fyri einki gjøgnum Guds signing.
A.J