Guds vísdómur
”Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. ”
Matt.5,14
Gud gevur kraft og vísdóm í tøkum tíma. Vit hava tað ikki á goymslu, men fáa tað í tí løtuni, vit hava brúk fyri tí. Mikhail Sigarev úr Russlandi greiðir soleiðis frá:
“Eg plagdi altíð at lurta við hávirðing eftir mínum kristnu brøðrum, tá ið teir greiddu frá samrøðum, teir høvdu havt við ateistiskar forhoyrsleiðarar. Eg hugsaði við mær, at eg hvørki átti styrki ella vísdóm at fara undir slíkt orðaskifti. Men so ein dagin varð eg róptur inn til forhoyr, og eg bað familju mína biðja fyri mær.
Eg skuldi luttaka í einum kjaki við ein harra Yanev, sum var kendur fyri at skriva anti-kristiligar greinir. Yanev segði: “Um Gud av sonnum er til og er um allan heimin, so høvdu fólk flest trúð á hann og biðið til hansara á sama máta. Hevur tú hugsað um, hvussu nógvar religiónir eru til, og hvør einasta teirra sigur seg vera hina einastu røttu?”
Yanev tók pappír og teknaði ein runding, sum hann býtti sundur í fleiri partar, og hvør partur skuldi so vera tey ymisku trúarsamfeløgini og ateisman. Burtur úr øllum hesum var bert ein lítil brotpartur kristin.
Eg bað um eina Bíbliu, og Yanev tók eina heilt nýggja Bíbliu upp úr lummanum. Eg læt hana upp og vendi aftur til evnið. ”Tit eru salt jarðarinnar; …” (Matt. 5,13). Fremsta uppgávan hjá kirkjuni er at vera salt í verðini. Hevur tú nakrantíð sæð eina húsmóður brúka eina hálva grýtu av salti til eina fulla grýtu av mati? Onnur uppgávan hjá kirkjuni er at vera ljós í verðini (Matt. 5,14). Tú og eg sita í einari skrivstovu, har bert ein einstøk pera lýsir í rúminum. Hetta svarar aftur til tann lítla brotpartin, tú nevndi.”
Orðini komu lættliga og uttan trupulleikar eins og ein á. Eg tosaði sinniliga. Eg hevði lisið Guds lyfti; men eg hevði ongantíð kent, at eg var førur fyri at brúka svørðið, Guds orð, í tí røttu løtuni. Eg sannaði í hjarta mínum, at sannleiki Guds altíð er nógv sterkari og máttugari enn mannavit. E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

