Guds vitjan

” Men ótti kom á øll, og tey lovaðu Guði og søgdu: »Stórur profetur er risin upp okkara millum,« og: »Guð hevur vitjað fólk sítt.«”
Luk.7,16

 

Soleiðis ljóðaðu lovorðini frá líkskaranum hin dagin uttan fyri bygdarportrið í Nain, tá ið Jesus vakti til lívs aftur sonin hjá einkjuni. Hetta var ein gleðiboðskapur at fáa í sorgartíð, tá ið alt sá myrkt og vónleyst út. Og vit skilja væl, at fólkið í Nain lovaði Gudi fyri Jesus, sum hann hevði sent til teirra við deyðans valdi í síni hond.

Men so eiga vit eisini at skilja, at tað er okkum núlivandi menniskjum, ið Gud eisini vitjar við Jesusi. Spurningurin er, um vit eru soleiðis vend ímóti Jesusi, at hann kann fáa okkum í talu, so at vit hoyra troystarorð hansara og lata hjartað upp fyri teimum. Fyrst tá kunnu vit síggja, at Gud hevur vitjað okkum við Jesusi.

Gud vitjaði meg á ein serligan hátt dópsdagin við doypifuntin. Hann signaði meg sum sítt barn og gav mær Krists krossmerki at bera.

Gud vitjaði meg á ein serligan hátt konfirmatiónsdagin á knæfallinum við altarið, har eg fekk høvi til at vátta, at eg avnoktaði djevulin og alt hansara, og at eg trúði á tann tríeiniga Gud.

Hesir báðir dagar eru tveir høgtíðisdagar i lívi mínum. Men Gud havi lov fyri, at hann ikki vitjar okkum menniskju bert høgtíðdagar – tá hevði mangan verið myrkt á lívsleið okkara – men hvønn dag, ja hvørja stund, vit vilja vera still fyri Gudi, so vitjar hann við anda sínum hjartað okkara. Og stillisliga teskar hann til tað sorgtunga hjartað: grát ikki, óttast ikki, Jesus er vegurin, sannleikin og lívið, trýrt tú á hann, skal sjálvt deyðin teg einki saka!

Og Gud vitjar meg á ein serligan hátt tann dagin, eygað brestur, so vist sum eg helt á í trúnni. Tá kemur Jesus til deyðans portur at vekja meg upp til æviga troyst og gleði.

Av sonnum, Gud vitjar fólk sítt hvørja ferð, vit hoyra boðskapin um Jesus. Lat okkum vera still fyri Guds vitjan! N.