Hann doyði fyri meg

”Ótti er ikki í kærleikanum, men hin fullkomni kærleikin rekur út óttan; tí at ótti hevur í sær revsing; men tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum. ”
1.Jóh.4,17

 

 

Eg las einaferð um ein drong, sum hevði upplivað frelsuvissuna og frelsugleði. Hann stóð ein dagin sum runnin í stein framman fyri eini mynd í einum sýnisglugga í einum bókhandli. Hann stóð fullkomiliga bergtikin og hugdi at einum einastandandi vakurleika. Tað var av Jesusi, tá hann varð krossfestur. Við síðuna av dronginum stóð ein eldri harri, strangur, óður og bítskur. Hann kundi als ikki fjala, hvussu argur hann var, tí drongurin var so upptikin av myndini, og tískil froysti hann: ”Hvat stendur tú har og gløðir at?”.

 

Hesin lítli drongur vendi síni sakleysu barnaeygu upp móti hesum kensluleysa harra og svaraði milt aftur, alt meðan hann peikaði móti myndini: ”Hann doyði fyri meg,” Tann gamli harrin kastaði eyguni argur móti honum og helt síðani avstað. Drongurin grundaði um, hví hesin maðurin mundi vera so óndur og illur, og hann hugsaði við sær sjálvum: ”Hann visti óivað ikki, at Jesus eisini doyði fyri hann, tí so hevði hann neyvan hátta sær soleiðis.”

 

Hann menti seg tískil upp og leyp aftaná tí illa manninum og rópti á hann: ”Hann doyði eisini fyri Tygum.” Maðurin gjørdist um møguligt enn meir sintur, men tey orðini, sum drongurin hevði sagt kundi hann ikki sleppa frá. Orðini talaðu til hann dag og nátt, og hann fekk ikki frið fyri teimum. Hann stríddi eitt áhaldandi stríð ímóti orðunum, men fekk ikki frið fyri tí nívandi ófriðinum, og ein dagin gav hann upp og sakk niður á knæ fyri fóti krossins eins og ein fátækur og glataður syndari og upplivdi tá tað stóra undurið í frelsuni: Han doyði fyri meg.

Kirkeklokken. Effie Campbell umsetti