Hann er harri yvir øllum
„Hitt orðið, hann sendi Ísraels monnum, tá ið hann boðaði gleðiboðskapin um frið við Jesusi Kristi, – hann er harri yvir øllum, – “
Áps. 10,36
Harri okkara Jesus Kristus sat ikki alla tíðina í súlnagongdunum í templinum og prædikaði orðið, men fór út millum fólk á gøtur og vegir og gjørdi væl móti øllum!
Á veggi mínum havi eg eina mynd av Jesusi, sum tváar føturnar á lærusveinunum. Hetta er ein málningur av finska listamálaranum Alberti Edelfelt. Jesus hevur bundið upp um seg og er í ferð við vaskingina. Jesu eygu líta at fótunum á lærusveinunum. Hann metir ikki fyrst, um lærusveinarnir eru verdir ella ikki til hesa kærleiksgerð. Jesus er í tænastu fyri síni medmenniskju og gevur okkum her ein sterkan vitnisburð um kærleikans víðfatandi avleiðingar – óuppiborið, men av náði!
Lærusveinurin tekur við hesi kærleikagávu og fylgir Jesu hondum í teirra blídni og eymleika. Man hann nakrantíð gloyma hesa kærleiksgerð?
Hesar somu hendur vórðu stutt eftir negldar til krossarplankan í einum altfevnandi: „ … »Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!« … “ Luk. 23,34
Henda bønin fevnir um okkum øll, og ein dag … skulu eisini øll síggja og ásanna: “Hann er harri yvir øllum!”
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

