Hann gevur okkum alt

„Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum?“

Róm. 8,32.

 

 

Tá ið Amerika kom upp í fyrra veraldarbardga í 1917, tók ríkisstýrið stig til at heiðra tey heimini, sum sendu synir sínar at berjast fyri land sítt. Fløgg vórðu gjørd, sum kundu heingjast upp í vindeyguni. Ein silvurstjørna var á flagginum fyri hvønn son, ið var í vápnatænastuni. Bleiv ein av teimum ungu monnunum dripin, var silvurstjørnan útskift við eina gullstjørnu. Foreldrini vóru erpin av at vísa hesi fløggini fram.

 

Eitt kvøldið, tá ið ein pápi og lítli sonur hansara spákaðu gjøgnum gøturnar í einum lítlum býi, taldi drongurin stjørnurnar í teimum ymsu vindeygunum.

 

„Hygg, pápi,“ rópti hann og peikaði á eitt lítið hús, „tríggjar stjørnur í vindeyganum.“ Eina løtu seinni legði hann bilsin afturat: „Men hygg at hasum stóra húsinum við ikki so mikið sum einari stjørnu. Hvussu ber tað til, pápi?“

 

„Jú, tú veitst, góði, í summum familjum eru dreingirnir ov ungir at fara í kríggj, so sjálvandi hava tey einki flagg. So eru tað aftur summi foreldur, sum eru bangin fyri at senda synir sínar í kríggj og upphugsa allar møguligar mátar, so teir kunnu sleppa undan at verða innkallaðir.“

 

Teir hildu á at spáka og komu til tær opnu markirnar, har eingi hús vóru. Hetta klára, stilla kvøldið sóu teir kvøldstjørnuna, sum skein so bjørt í vestri.

 

„Á, pápi,“ rópti drongurin heilt uppøstur, „tað er ein stjørna í Guds vindeyga. Er tað av tí, at hann eisini gav ein son?“

 

„Ja, ja,“ svaraði pápin. „Gud gav son sín, sín einasta son.“

 

Ja, niður frá øllum tryggleikanum í himli, sendi Gud Jesus til henda krígsherjaða heim, har hann var í vanda fyri ikki at orka at standa ímóti Satans álopum. Á Golgata heyggi doyði hesin sonurin, so hann fekk borið sigur til Guds børn.

 

Eftir sum Gud hevur givið okkum son sín, heldur tú so, at hann fer at nokta okkum nakað, sum hann sær er gott fyri okkum? Eftir sum hann hevur givið ta størstu gávu, sum gevast kann, man hann so sýta okkum smærri signingar?

 

Gevur Gud treyðugt og óvilliga? Versið sigur, at við Jesusi gevur hann okkum villiga allar lutir. Teir eru okkara, um vit taka ímóti soni hansara. Fyri Jesu skuld vil Gud hoyra og svara bønum okkara. Síðani hann hevur givið okkum so nógv, hvussu nógv eru so vit villig at geva honum?

„Reach out“ 30. juni. – Effie Campbell umsetti.