Hann kemur skjótt

Skrivað: Mirian Mouritsen

Og andin og brúðurin siga: «Kom!» Og tann, sum hoyrir, sigi: «Kom!» Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!» Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir orð profetadómsins í hesi bók: leggur nakar nakað aftur at teimum, tá skal Gud leggja á hann tær plágur, sum skrivað er um í hesi bók. Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetadómsbók, tá skal Gud taka lut hansara burtur frá lívsins træi og frá hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók. Tann, sum hetta vitnar, sigur: «Ja, eg komi skjótt.» – Amen, kom, Harri Jesus! Náði Harrans Jesu veri við øllum! 
(Opb 22,17-21).

Ein stóran part av lívinum bíða vit. Vit bíða eftir svari, vit bíða eftir einari broyting, og vit bíða, til vit koma at síggja Jesus. Ein  noyðist at bíða og bíða, og til tíðir kann bíðitíðin tykjast long, og ein má bert noyðast við: eg komi skjótt!

Tað gongur ein reyður tráður gjøgnum bíbliuna, at ein dagur skal koma, har Guds meinigheit skal møta Gudi og lovprísa honum. Ein dagur skal koma, tá allur óndskapur, øll sorg og øll sjúka ikki longur skal vera til. Tað verður ein dagur, tá Jesus kemur aftur og kallar á børn síni, og vit fáa ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð.

Men hóast Jesus sigur “skjótt”, so ynskir hann, at so nógv koma at kenna Jesus og játta hann sum frelsara í lívinum, so at so mong kunnu ganga inn um perluportrið. Tí hvør tann, sum vil, fær lívsins vatn fyri einki. ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín” (Matt 11,28-30).

Tí er okkara uppgáva er at vísa teimum mongu menniskjum á Jesus og boða evangeliið, og at skapa ein tosta í menniskjum, ein tosta eftir Guds náði. Tysta eftir honum, ið er tann einasti, ið kann sløkkja tann andliga tostan, og tað vatnið fæst fyri einki.

 

Mirian Mouritsen, Keypmannahavn