Hann læt meg í frelsubúna

 

Hebr. 9,11–12: „Men tá ið Kristus var komin sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðu lutunum, tá gekk hann inn ígjøgnum hina størru og fullkomnaru tjaldbúðina, sum ikki er gjørd við hondum, tað er: sum ikki er av hesum skapningi; og gekk ikki heldur við blóði av bukkum ella kálvum, men við sínum egna blóði eina ferð med alla inn í halgidómin og vann æviga loysn.“

Zak. 3,4–5: „Tá tók eingilin til máls og mælti við teir, sum stóðu frammi fyri honum: „Latið hann úr hesum skitnu klæðunum!“ Og hann segði við hann: „Sí, eg havi tikið misgerð tína av tær; lat teg nú í hátíðarklæði.“ Framvegis segði hann: „Setið á høvur hansara reint høvuðsskrúð.“

Jes. 61,10: „Stórum eg gleðist í Harranum, um Gud mín fegnast mín sál, tí at hann hevur latið meg í frelsubúna, sveipað meg í rættlætis skikkju, eins og brúðgómur bindur sítt høvuðskreyt, eins og brúður letur seg í skart.“
– – –
Tá ið vit hava bjóðað Jesusi inn í okkara hjarta sum Frelsara og Harra og givið honum lív okkara, so verða vit ikki syndafrí. Vit synda hvønn dag. Men tað er ikki soleiðis, at vit detta inn og út úr frelsuni aðruhvørja løtu. Frelsan er tryggari enn so.

Hvat hendir, tá ið vit verða frelst? Hann letur okkum úr okkara skitnu klæðum og letur okkum í hátíðarklæði. Hvørji eru hátíðarklæðini? Tey eru ein frelsubúni. Hann letur okkum í ein frelsukappa, sum er ein rættlætis skikkja. Vit eru latin í Jesusar rættvísi. Harafturat fáa vit reint høvuðsskrúð. Hvat er nú tað? Tað er ein turban. Ein turban kemur niður á pannuna, og har koma tankarnir frá, so turbanin verjir okkara tankar, so teir ikki snúgva sær skeivar leiðir.

Alt hetta hevur Jesus givið okkum; men tað kostaði honum dýrt! Lat tað ikki vera til einkis, at hann doyði fyri teg. Bjóða honum inn í títt hjarta og takka honum fyri frelsuna. Effie Campbell.