Hann skal endurreisa alt

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Og tann, sum í hásætinum sat, segði: “Sí, eg geri allar lutir nýggjar!” (Op 21,5)

Sagt verður um grundtvigska prestin, Otto Møller, at tað fell honum tungt at síggja faðir sín eldast. Helst bar av, tá ið hann mintist ljómandi og altíð so vakjandi og lýsandi eygu hansara og nú hálvblindu og tokutu eyguni. Hetta gjørdist fyri honum ein roynsla, ja, beinleiðis samvitskubit, at Gud skuldi fáa seg til at minka um og sostatt skerja lívsmøguleika hansara sum menniskja, skapaður í Guds mynd.

Ein dreymur gjørdist tó hansara stóri uggi. Hann droymdi, hann sá eitt langborð. Við borðsendan sat Jesus sjálvur, og tá ið hann hugdi oman yvir borðhópin, sá hann faðirin sita millum borðfelagarnar. Faðirin líktist sær sjálvum, og eygu hansara ljómaðu. Sonurin kundi ikki lata vera við at senda eitt spyrjandi eygnakast til hansara, ið sat við borðsendan, og hann svaraði tí ósagda spurninginum við sterkari rødd: “Sí, eg geri allar lutir nýggjar!”

Eitt hitt løgnasta við Bíbliu okkara er tann samanhangur, hon umfatar, hóast  tær mongu ymisku bøkurnar og rithøvundarnar og tey túsund árini, ið er millum Bíbliunnar fyrstu og síðstu bók. (1 Mós 1,31) Skapanarsøgan endar við hesum orðum: “Og Gud leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott.” Men øll heimssøgan sigur, at soleiðis er tann heimurin, vit búgva í, ikki. Her ræður synd og deyði. Tað váttar hvør einasta bók í Bíbliuni, eisini. Eitt annað vitnar hon eisini og bara har, nevniliga at Gud er í ferð við at endurreisa alt av nýggjum – í heimsendurføðingini, sum Jesus talar um (Matt 19,28). Nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr, talar Pætur um (2 Pæt 3,13).

Væl gongur tað einum at hjarta at síggja okkara kæru følna. Væl verða vit øll undarliga við at síggja teir brúnu blettirnar gera vart við seg á hondunum. Jú, hetta er lívsins gongd.

Fedranna trúgv – o  sterka vár,
sigrandi gjøgnum sakn og sár,
syngjandi gjøgnum bál og brand,
altíð á leið til lívsins land.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv.
(SB 24,1)