Harrin heldur fast, tá vit ikki orka meir
Í einum hektiskum tíðarskeiði í mínum lívi vaks ein longsul innan í mær, at finna hvíld í Jesu favni. Hesum svaraði Gud mær við frásøgnini niðanfyri og troystarfulla orði sínum.
Ein eldri kvinna lá á deyðastrá. Henda kvinnan hevði verið trúgvandi alt sítt lív, men kendi neyð á sær, nú hennara tíð var komin at enda. Hon kendi tað, sum kláraði hon ikki at halda fast við Harran. Hon kærdi sína neyð fyri einum trúboðara, sum var sendur henni á vitjan. Trúboðarin læs tá eitt vers fyri kvinnuni: “Hans vinstra hond er undir mínum høvdi, við síni høgru hann meg fevnir” (Hás 2,6). Síðani segði hann við kvinnuna, at hóast hon ikki orkaði at halda fast, so heldur Kristus fast.
Hesi orð hava fylgt mær, síðani eg hoyrdi hesa frásøgn. Hvat er tað ikki ein undurfull troyst at fáa, at Kristus heldur fast í okkum, tá vit ikki orka meir. Sum barnið, ið krýpur upp í móður favn at fáa troyst og hvílu, kunnu vit leggja okkum í Jesu favn at hvíla. Høvur okkara á vinstru hond hans, og við høgru hond síni fevnir hann okkum.