Hav frímóð
”Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn! ”
Hebr.10,35
Bíblian biður okkum um ikki at blaka burtur okkara treysti, okkara frímóð, tí tað ber stóra løn í sær. (Hebr. 10,35). Jósva varð biðin um at vera reystur og hugdjarvur. (Jós. 1,6). Tí skulu vit vera áhaldandi og sterk í bønini, tí svarið kemur.
Nú eitt kvøldið sóu vit á Kanal 10 í sjónvarpinum eina samrøðu við evangelistin Kjell Halltorp. Hann hevur virkað nógv niðri í miðeystri, og hann greiddi frá, at hann hevði prædikað fyri jødum, og tað kvøldið blivu 500 jødar frelstir. Skriftin greiðir okkum frá, at eitt skýli skal liggja yvir eygunum á jødum, líka til heidningarnir eru komnir inn allir sum ein, og so skal alt Ísrael blíva frelst. (Róm. 11,25–36). Hetta sigur okkum, at afturkoma Jesusar er ómetaliga nær, tí hetta skal henda beint undan komu hansara. Hugsa tær, 500 jødar blivu frelstir eitt kvøld av einari prædiku. Ja, tað er, sum hoyrir tú fótafet Jesusar beint í túninum. Nú ræður um at brúka tíðina rætt og fara undir miðvísa bøn og biðja øll okkara kæru inn í Guds ríki.
Nú eitt sunnukvøld hoyrdu vit Thorstein Grotbæk á Visjon Norge. Hann hevur verið pastorur og bíbliulærari. Hann greiddi frá einari hending, sum hann hevði upplivað: Tað vóru eini hjún, sum komu í meinigheitina, tey vóru trúgvandi, men sonur teirra var ikki trúgvandi.
Tey bóðu nógv fyri honum, og serliga lá hetta tungt á mammuni. Sonurin arbeiddi á einum byggiplássi. Ein dagin ringdu tey av arbeiðsplássinum og søgdu, at ein arbeiðsvanlukka var hend. Sonur teirra var dottin 6 metrar niður úr byggipallinum og beint niður á betong.
Hann var illa skaddur, og tey væntaðu ikki, at hann fór at yvirliva.
Foreldrini kvikaðu sær at koyra yvir á sjúkrahúsið; men fyrst ringdi mamman til Thorstein og segði: „Nú mást tú hjálpa okkum. Bið um, at Gud ger eitt undur. Sonur okkara má ikki fara inn í ævinleikan ófrelstur.“
Thorstein setti seg í bilin og koyrdi yvir á sjúkrahúsið, og allan vegin bað hann Gud grípa inn. Tá ið hann kom inn á sjúkrastovuna, sótu foreldrini longu har, og sonurin lá í óviti. Thorstein legði hendurnar á drongin og bað Gud gera eitt undur, so at hann kundi blíva frelstur.
Um tað var sama kvøld ella dagin eftir, minnist eg ikki rættiliga; men brádliga læt drongurin eyguni upp, og fyrstu orðini, hann segði, vóru hesi: „Mamma, eg eri frelstur!“
Tey gjørdust ovfarin, og mamman segði: „Nær og hvussu bleivst tú frelstur?“
„Tá ið eg datt av pallinum, rópti eg: „Jesus, frels meg!“ Og tað gjørdi hann.“
Eftir at siga er, at sonurin reistist frá sjúkrasongini og var púra frískur. Honum bagdi einki.
So ver tú áhaldandi í bønini og bið fyri tínum kæru og fyri teimum, sum eingin biður fyri.
Effie Campbell.