Havið

”Hevði tú givið boðorðum mínum gætur, tá hevði friður tín verið sum flóðin og rættlæti títt sum havsins bylgjur; ”
Jesaja 48,18

 

 

Tá ið ein var ungur, kundi ein onkuntíð hoyra eldri føroyingar taka nakað soleiðis til: ”Á tað vælsignaða hav!”

 

Hetta var kanska við onkra serstakliga hending, til dømis tá ið fiskurin og grindirnar komu ríkiliga til lands, ella ein var staddur har úti á havinum og sá morgunroðan stíga upp úr havsbrúnni, og teir fyrstu ljósgeislarnir glitraðu á tí spegilsblanka havinum.

 

Fyri okkum føroyingar liggur tað so nær, ja, og so natúrligt at hugsa og tosa um havið. Føroyskur skaldskapur er nógv ávirkaður av havsins stórleika. Havið hevur sungið sítt fagra ljóð yvir vøggu okkara. Og við tí hevur tað eisini virkað við sínum dragandi mátti á sinn okkara.

 

Tað er, sum tað av Skaparanum er lagdur ein slíkur longsul niður í fólk okkara eftir havinum, og tað er lætt at fata, tí vit eru so fast knýtt at tí bæði á ein og annan hátt. Frá tí fáa vit meginpartin, ið krevst til landsins húsarhald so væl sum til tey einstøku heimini. Tí hava vit orsøk til at vælsigna og takka Harranum fyri havið, sum hann hevur umgirt okkum við.

 

Í okkara Bíbliu finna vit nógv støð, har Harrin nýtir havið sum dømi fyri at lýsa viðurskiftini ímillum okkum menniskju og hansara. Serstakliga er tað, hvat ið viðvíkur hansara lyftum og friðarsáttmála við okkum, men vit mega altíð merkja okkum, at hetta er altíð treytað av, at vit geva gætur, tá ið Gud talar til okkara: ”Hevði tú givið boðorðum mínum gætur, tá hevði friður tín verið sum flóðin og rættlæti títt sum havsins bylgjur; ” Jesaja 48,18

 

Tað er eina Gud, sum við Jesu Kristi sáttargerð á Golgata kann geva tí friðleysa og syndatyngda menniskja tann frið og rættlæti, sum tí innast inni leingist eftir.

 

Hann ikki bert kann, men honum leingist eftir at fylla lív okkara við friði, rættvísi og gleði. Og tað er, sum at Gud vil lýsa tað so sterkt fyri okkum, so at her skal einki vera at misskilja.

 

Hann samanber henda friðin, sum hann vil geva, við flóðina. Orðið flóð merkir millum annað fylla – flóta yvir! Tá ið havið fløðir inn yvir sjóvarstrond, fyllist hvørt hol, hvør kulla í fjøruni, alt tað óslætta er nú burtur, flóðin fjalir tað og ger tað friðfult.

 

Nakað av tí seinasta, sum Jesus segði við vinir sínar, vóru hesi orð: ”Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! ” Jóh.14,27.

 

”… og rættlæti títt sum havsins bylgjur; ” Tað skal lýsa reinleika og styrki.

 

Hjá Mika profeti lesa vit í kap.7, ørindi 19: ”Hann várkunnar okkum aftur, traðkar okkara misgerðir niður, ja, tú kastar okkara syndir niður í havsins djúp. ” Hvussu djúpt er havið, har sum tað er djúpst? Eg dugi ikki at siga tað!

 

Men vit vita, at tað er eitt veldugt dýpi. Gud er ikki smáligur, hann sigur ikki, at hann vil fyrigeva okkum syndirnar á tann hátt, at hann vil tveita tær har, sum havið er grunt. Nei, niður í havsins djúp, og haðani kunnu tær ongantíð koma uppaftur.

 

Sjálvt Sátans veiðiamboð røkka ikki niður hagar.

Takk, Gud, eisini fyri náðinnar hav.
Cl.Eliassen