Heilagleiki

Teir bíðaðu. Fleiri mánaðir gingu, men onki hendi fyrr enn ein morgun um 2-tíðina, tá ein ungur maður tók sina Bíbliu fram og las Sálma 24: „Hvør torir ganga niðan á fjall Harrans, hvør torir standa á hans heilaga staði? Sá, ið sakleysar hevur hendur og hjarta reint, ikki hevur vent sínum huga at lygnum og ikki svør svikara eið. Hann skal av Harranum fáa signing og rættlæti frá sínum frelsunnar Guði. “

 

Ungi maðurin lat sína Bíbliu aftur og hugdi at bønarvinum sínum, ið lóu á knæ frammanfyri Gudi, og rópti: „Brøður, vit svíkja okkum sjálvar, meðan vit bíða eitt kvøldið fyri og annað eftir, mánað eftir mánað, um vit ikki sjálvir hava røtt viðurskifti við Gud. Eg má spyrja meg sjálvan. Er mítt hjarta reint, eru hendir mínar reinar?“

 

Júst í somu løtu hendi okkurt. Andi Guds streyk yvir bønarbólkin og fjaldi okkum. Í somu løtu kundu teir sjey síggja tað, teir ikki høvdu kunnað sæð fyrr: Veking hoyrir saman við heilagleika. „Er mítt hjarta reint, eru hendur mínar reinar?“ Nú vóru teir undir rannsakandi kraft Guds, og teir sóu viðurskifti í teirra lívi, sum teir aldri áður høvdu trúð eksisteraði. Men blóð Jesu reinsaði og endurnýggjaði teir. Teir sjey menninir lóu so langir, teir vóru, inni frammanfyri Harran og undir kraft Hansara. Teir vórðu lyftir upp í tað yvirnáttúrliga og skiltu, at vekingin var byrjað.

EC