Heilsugóður kostur
”Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. ”
Áps.2,42
Tú veitst, hvussu stóran týdning tað hevur við røttum kosti og regluliga at fáa rørt seg, at fáa motión, um kroppurin skal fáa virkað, sum hann eigur.
Men tú ert meira enn ein kroppur!
Tú noyðist eisini at ansa eftir, at títt kristinlív fær rætta og regluliga føði. Trúgvin kann ikki liva av spenningi og tí, sum er okkurt serligt. Gudstænastan er títt andliga grova breyð. Eitt sindur keðiligt og turt kann grovt breyð kanska vera, og tí kann ein sevjumikil búffur smakka væl av og á, men í longdini er tað gerandiskosturin, sum verður hin týdningarmiklasti.
Í kristinlívinum er tað sjálvandi týdningarmikið við veitslustundum, hátíðarløtum og fundum av ymiskum slagi, men í longdini er eitt regluligt gudstænastulív tað, sum hevur størstan týdning.
Kristin heilsukostur er fjølbroyttur.
Í gudstænastuni fært tú nýggja føði. Gud gevur tær tað, tær tørvar, ígjøgnum orðið og altarborðið. – Hetta er føst føði at vaksa av!
Í gudstænastuni tekur tú sjálvur lut. Tú ert ikki áskoðari til eina framsýning. Tú tekur lut í bøn, sangi, trúarjáttan og lovprísan.
Tey fyrstu kristnu hildu seg til felagsskapin í kirkjuliðnum, boðskapin, altarborðið og bønina. – Hetta er enn sum áður heilsugóður kostur hjá teimum kristnu. Áps. 2,42.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

