Himmal og Helviti
Frásøgnin um ríka mannin, Lasarus, Luk.16,19 -31, er ein av teimum mongu mongu støðum, har Jesus varpar ljós yvir lívið eftir deyðan, og har hann ger livandi vónina um Himmalin og ræðsluna fyri Helviti. Hann tosaðu ofta um lív teirra eydnuleysu eins væl og signaðu støðuna fyri tey endurloystu við tað, at hann lat báðar partar koma fram í ljósið.
Vit kunn kanna útsagnir Bíbliunnar um hetta. Her verða nøkur av teim Bíbliu-orðum nevnd, ið umrøða Jesu orð um henda spurning, eitt nú.:
Matt. 5,12. 29. 30 og 7,21 og 10,28 og 13,39-43 og 18,9 og 23,33 og 25,46.
Markus: 9,43-48.
Lukas: 12,4-5 og 16,22-28.
Jóhannes: 3,15-16. 36. og 5,24,28-29. 39 og 6,27. 39-40 og 44,47. 49-51. 54. og 17.2.
Leggið til merkis, hvussu ofta orðini: Himmal, Helviti, Eldurin og Ævigt Lív verða nevnd.
Ofta fara menniskju uttanum henda álvarsliga spurning, sum Jesus legði so stóra áherðslu á at fortelja um. Ein virkin máttur at hava andstygd fyri tí ónda og liva eitt heilagt lív er ein djúp sannføring um tann sannleikan, at okkara uppihald í ævinleikanum er grundað á okkara lív og levnað her í lívinum.
Er hjartað fast rættað ímóti orði Guds, so fara vit fram í umhugsni og sáttligheit. Hetta lívið fær ein enda einaferð – Tað næsta endar aldri.
E.Campbell umsetti