Hini týdningarmiklastu boðini
”Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« ”
Matt.28,19-20
Neerskov greiddi einaferð frá, at hann ein dagin stóð saman við einum vinmanni í Leningrad og bíðaði eftir einum bussi. Hetta var í kommunistatíðini. Tá kom ein maður yvir til teirra og spurdi um okkurt á russiskum. Vinmaður Neerskovs tosaði nakrar minuttir við hann, og so fór maðurin.
„Hvat spurdi hann um?“ vildi Neerskov vita.
„Hann spurdi, hvønn buss hann skuldi taka fyri at koma yvir í hin endan av býnum. Tað segði eg honum so; men so segði eg honum nakað, sum er av størri týdningi enn at finna bussar.“
„Hvat var tað?“ spurdi Neerskov eitt sindur bangin.
„Eg segði honum, at Gud hevði sent son sín Jesus Kristus til frelsu fyri menniskju.“
Neerskov bleiv heilt bangin og leit seg íkring, um maðurin nú mundi koma aftur við politinum. „Hvussu kundi tú funnið uppá at tosað so bart út við ein fremmandan mann her mitt úti á gøtuni? Veitst tú ikki, hvussu vandamikið tað er? Tað kann kosta fleiri ár í fongsli!“
„Veitst tú ikki, hvussu vandamikið tað er fyri hann?“ spurdi hann kvikliga, „um hann ongantíð hoyrir evangeliið, so verður hann æviga glataður.“
Tá skammaðist Neerskov; men vinmaðurin helt rólig áfram: „Teir kunnu seta meg í fongsul, tað hava teir gjørt fyrr. Men hvat hevur tað at týða? Tað eru bert nøkur fá ár sammett við ævinleikan. Eg havi, ið hvussu er, gjørt av, at eg vil bera tey týdningarmestu boðini til eitt og hvørt menniskja, sum eg komi í samband við, nevniliga, at tað er frelsa í Jesusi Kristi.“
Hvussu er við tær og mær, eru vit líka ágrýtin, vit, sum búgva í einum landi, har tað ikki kostar fongsul at boða orðið?
Effie Campbell