Hitt mest eyðkenda
“Set tú, Harri, vakt fyri munn mín, varðhald fyri dyr varra mína!”
Sálmur 141,3
Einaferð tosaði eg við ein kendan listamálara, sum mest fekst við at mála andlit. Vit komu eisini til at tosa um, hvat var mest eyðkent fyri eina menniskju. Eg helt, at tað vóru eyguni, men listamálarin helt ikki. ”Tað er muðurin”, segði hann.
Hann bað meg gera eina roynd, sum eg eisini fleiri ferðir seinni havi roynt at gjørt. Um tú fjalir alt andlitið á einum fólki uttan eyguni og spyrt tey, ið hjá eru, hvør tað er, høvdu tey aloftast ivast. Eyguni einsamøll eru ofta eins. Men fjal alt andlitið uttan munnin og spyr hini, hvør tað er, tey høvdu oftast svarað rætt. Royn, so skalt tú síggja. Muðurin er hitt mest eyðkenda við einum fólki.
Soleiðis er likamliga, men soleiðis er eisini andaliga sæð. Høvdu vit altíð minst til tað.
Bíblian talar ofta álvarsom orð um hetta. Hugsa bert um, hvat Jesus segði: “… muður hansara mælir tað, sum hjartað er fult av” ella “…menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað.” ella “… at av orðum tínum skalt tú verða kendur rættvísur, og av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur.«” Ella hugsa um, hvat Paulus sigur: “… at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur;”
Hvussu er so muður okkara? Soleiðis sum hann er, eru vit. Gloym ikki, at tað er hann, ið eyðkennir okkum.
Tá ið ein hugsar álvarsliga um hetta, kennir ein seg noyddan at biðja: “Set tú, Harri, vakt fyri munn mín, varðhald fyri dyr varra mína!”
Hevði tala okkara verið soleiðis, at hon kundi toknast Gudi.