Hitt stóra Jesu lyfti
”Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. ”
Jóh.14,3
Góð var troystin og stórt var lyftið, Jesus gav vinum sínum, tá ið hann skuldi skiljast frá teimum. Hann skuldi koma aftur og taka teir til sín í teir mongu bústaðirnar heima hjá faðir sínum. Hesa troystina og hetta lyftið hava allir Jesu vinir fingið ígjøgnum orðið til allar tíðir. Eisini til tín og mín ljóða hesi orðini í dag, um vit vilja teljast millum jesu vinir. Einum og hvørjum, sum trýr á Jesus, tilbúgvir hann stað í Guds bústøðum.
Hin heilaga Skriftin sigur okkum mangar ferðir og á ymsan hátt, at í Guds bústøðum er gott at vera. Neyðarlikam títt, sum her mátti dragast við brek, veikleikar, sjúku og deyða, skal har liva av nýggjum sum eitt dýrdarlikam, loyst frá øllum neyðarstandinum her á jørð – liva eitt ævigt lív á eini nýggjari jørð við einum nýggjum himli, har hin fullkomni kærleikin býr – kærleikin, sum er størstur av øllum góðum dygdum. Og har býr Gud sjálvur. Vit skulu altíð síggja hann og vera hjá honum. Har skal eingin grátur vera, eingin sorg, ikki skríggj ella pínsla, og deyðin skal ikki longur vera til. Har í tí nýggja Jerúsalem veksur lívsins træ, og har rennur lívsins kelda. Har er hin sæla hvíld, men har er eisini eitt lív, sum ber í sær æviga fullkomna gleði, tí Gud er alt í øllum. Har er ikki nátt, og ikki tørvast sól og máni, tí dýrd Guds skínur.
Har í Guds bústøðum er hásæti Guds og lambsins. Og framman fyri hásætinum og lambinum er stórur mannaskari, óteljandi av øllum fólkasløgum og tungumálum. Tey eru skrýdd í longum hvítum klæðum og lova og takka fyri frelsuna. Tað eru tey, sum stríddu hitt góða stríðið og varðveittu trúnna – tey fingu lívsins krúnu.
Gud gevi at hansara náði móti okkum ikki verður til ónýtis tann dag, Jesus kemur. Vit vita ikki tíman; lat okkum vaka og biðja.
n.