Hon sá Jesus
”Men tá ið hetta forgongiliga er klætt í óforgongiligleika og hetta deyðuliga er klætt í ódeyðuligleika, tá skal tað orðið ganga út, sum skrivað er: »Deyðin er uppslúkaður í sigur.« »Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?« ”
1.Kor.15,54-55
Ein lítil genta fekk eina eygnasjúku, sum eftir stuttari tíð gjørdi hana blinda. Seinni fekk hon fepur og varð tískil seingjaliggjandi. Gentan fekk útleverað ein stav, sum hon sleyrdi niður í gólvið við, tá eitthvørt var, hon vildi hava hjálp.
Ein dagin, tá mamma hennara var í holt við at gera mat í køkinum, hoyrdi hon bankan við stavinum, og tá hon kom inn til gentuna, rópti hon: ”mamma, mamma, eg havi fingið sjónina aftur – hygg, alt kamarið er fult av einglum, og mamma, sært tú ikki lítlasystir, hon er eisini her. Og hygg, har er Jesus. Hann rættir mær báðar sínar hendur – åhh, so vakurt og undurfult hetta er!”
Tað varð síðsta orð hennara, so datt hennara høvd niður í koddan – Jesus hevði tikið hana heim til sín.
Ta pápin seinni kom heim, segði mamman: ”Nú hava vit enn eitt barn á Himni.”
E.Campbell umsetti