Hon sá Jesus

”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. ”
Matt.11,28

 

 

Henda frásøgnin fór fram í Havn fyri meir enn 50 árum síðani, meðan vekingarmøtir fóru fram.

 

Ein kvinna, nevnd Hansina, var ein dag á vitjan hjá eini aðrari kvinnu. Tá segði Hansina frá fylgjandi hending:

”Eg var á møti í gjárkvøldið, og tá hoyrdi eg tín mann vitna. Tað var ein hjartaligur vitnisburður, og hann rakti meg beint inn í hjarta. Um hetta er at vera frelstur, ja so eri eg ikki frelst, hugsaði eg, av tí at eg havi ikki frelsuvissuna og eg fór heim frá hesum møtinum ógvuliga ólukkulig.

 

Tá eg var komin til húsa fór eg beinleiðis upp á loftið og kastaði meg niður á knæ við songarstokkin. Tað var svartasta niða og nátt, men eg vildi kortini ikki tendra ljósið. Har lá eg so og oysti út sál mína fyri Harranum. Eg plágaði og bað Hann um at frelsa meg og vísa mær, at eg var frelst. Hvussu leingi eg lá ólukkulig har, ja tað havi eg ikki ánilsi fyri.

 

Men brádliga lýsti alt kamarið og tað gjørdist ljóst eins og á háljósum degi, og Jesus stóð á vegginum. Áh, áh, so undurfult, so blíður og góður. Hetta vari eina lítla løtu, og so var hann horvin, og har var myrkt eins og áður. Ikki eri eg før fyri at greiða frá míni gleði. Hendi tað ikki so seint, so hevði eg lopið út á geilar og fortalt tað fyri øllum.

Loksins tordi eg at lýta á, at frelsuverkið eisini var galdandi fyri meg.

 

”Og vit skulu kenna, ja, strevast eftir Harran at kenna, tí at so satt sum vit leita, skulu vit hann finna; sum regnið skal hann okkum vitja, sum várregn, ið jørðina vætir, og tá skal rættur okkara sum ljósið renna upp.« ”
Hos.6,3

”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” Matt. 11,28

” … og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. ” Jóh.6,37
E.Campbell ums,