Hon vann eitt menniskja fyri Kristi

Hesin dagur verður ein sælur dagur fyri teg. Tá fært tú lønina, tí Harri sigur: ”Og hinir vitru skulu lýsa sum ljómi himnahválvsins, og teir, ið beindu mongum á rættvísi, eins og stjørnurnar um aldur og allar ævir. ”
Dán.12,3

 

Fyri nøkrum árum síðani greiddi ein trúboðari í K.F.U.K um eina 5 ára gamla gentu, sum var orsøkin til, at ein heil afrikansk bygd gjørdist kristin. Henda genta hevði verið innløgd á einum kristnum sjúkrahúsi, har hon hevði hoyrt um Jesus og kærleika hansara, og tá hon seinni vendi aftur til hesa bygdina greiddi hon frá øllum tí, hon hevði hoyrt um Jesus, ið fór frá dýrd himinsins fyri at koma higar til okkara jørð fyri at keypa okkum leys við sínum egna blóði á Golgata krossi. Íbúgvarnir í bygdini vildu fegnir hoyra meira um henda Jesus og sendu tí boð eftir einum trúboðara. Úrslitið varð, at øll bygdin lat seg umvenda.

 

Soleiðis fór ein 5 ára gomul genta ørindi fyri Jesus og lat sítt ljós skína. Tá eg hoyrdi hesa søgu fór eg at hugsa um eina aðra søgu, sum eg fyrr hevði fingið fortalt.

 

Í Onglandi var ein genta, ið tænti í einum húsi. Henda genta elskaði sína Bíbliu og las nógv í henni. Ein dagin var hon í holt við at lesa 2.Kongabók, kapitel 5. Har læs hon um eina aðra gentu, ið eins og hon tænti. Tað var tann unga ísraelska gentan, ið búði í húsi Naamans.

 

Naaman var sjúkur. Hann var spitalskur. Men henda genta segði: ”Um bert Harri mín hevði verið hjá profetinum í Sámaria, so hevði hann óivað grøtt hann.”

 

Naaman segði teimum tí farvæl og helt avstað at hitta profetin. Tá hann so hevði gjørt tað, profeturin hevði biðið hann dyppa seg sjey ferðir undir í vatninum á Jordan ánni, tá gjørdist hann frískur, og húðin varð rein aftur sum nýfødd barnahúð. Hann vendi tá aftur til profetin og segði: ”Nú veit eg, at ongin Gud er til í nøkrum landi uttan í Ísrael”.

 

Tá henda unga enska gentan las um hina ísraelsku gentuna, ið hevði verið so trúgv og latið ljós sítt skína og við vitnisburði sínum hevði gjørt tað, at Naaman varð likamliga grøddur og var sannførd um, at ongin Gud finst, uttan Gud Ísraels, tá fekk hon hug at vinna mannasálir fyri Jesus.

 

Hon gekk leingi og grundaði yvir, hvat hon skuldi gera, tí hon var so smæðin. Hon tordi einki at siga um tað og visti satt at siga heldur ikki, hvat hon skuldi siga. Tí meinti hon, at hon so bara kundi skriva í staðin fyri. Hon keypti sær tí eitt lítið tunt skrivihefti og í hetta hefti skrivaði hon tey bestu skriftstøðini, sum hon kendi. Tá so skrivihefti var fult hugsaði hon um, hvønn hon skuldi geva heftið til.

 

Tá kom hon í tankar um ein gamlan mann, ið stóð niðri á gøtuhorninum og seldi tíðarrit og vikubløð. Hann var altíð so ómetaliga illur og snarsintur og beit og skeldaði, so at øll óttaðust hann. Tí fór hon oman har og gav honum bókina, men hon gjørdist sera vónbrotin, tá hann ikki so mikið sum skeitti eftir henni, men stakk hana bert í lumman.

 

Men Jesus visti! Hann visti, hvat skuldi gerast við mannin, so at hann kundi fáa tíð at lesa Guds orð. Maðurin gjørdist nevniliga sjúkur, og av tí, at hann ikki hevði nakað annað at lesa í, tók hann heftið fram og byrjaði at lesa skriftorðini, sum gentan hevði skrivað. Og kanst tú gita, hvat henti? Orðið rakti hann beint í hjartað. Hann tók við Orðinum í trúgv og gjørdist eitt Guds barn og fekk eitt annað sinnalag. Tí sum skrivað stendur, tað er kraft í Orði Guds.

 

Tað snýr seg um at sáa, tí Gud skal nokk sjálvur geva vøkstin í sínum tíma, soleiðis sum henda gentan gjørdi, soleiðis kundi eisini tú gjørt og lagt skriftorðini í ein sjómanspakka. Og hvør veit, á tí stóra degnum fer Jesus kanska at vísa tær til tað menniskjað, tú vanst fyri hann.

 

Hesin dagur verður ein sælur dagur fyri teg. Tá fært tú lønina, tí Harri sigur: ”Og hinir vitru skulu lýsa sum ljómi himnahválvsins, og teir, ið beindu mongum á rættvísi, eins og stjørnurnar um aldur og allar ævir. ” Dán.12,3
Effie Campbell umsetti