Hon var til reiðar at doyggja

”Um tað mundið tók Jesus til orða og segði: »Eg prísi tær, faðir, harri
himna og jarðar, at tú hevur loynt hetta fyri vísum og vitrum, og kunngjørt
tað fyri ómyndingum! ”
Matt,11,25

 

Evangelisturin, Blachburn hevur ofta sagt frá hesum tilburðinum. ”Fyri
nøkrum árum síðan fór fór eg at vitja eina sjey ára gamla gentu, ið lá á
deyðastrá. Hon búði í eini myrkari gøtu. Eg setti meg á hennara
songarstokk og spurdi: ”Hvat vilt tú?” Hon svaraði: ”Eg vil fegin tosa við
tygum, áðrenn eg skal doyggja.”

 

”Tú heldur altso, at tú fert at doyggja; men ynskir tú ikki at gerast frísk?”
spurdi eg. ”Nei,” svaraði gentan, ”Tað vóni eg ikki.”

 

”Hví ikki tað?” spurdi eg og fekk fylgjandi svar: ”Síðan eg gav mít lív til
Jesus, havi eg roynt at fingið pápa mín við á møti; men hann vil ikki. Um
eg nú doyggi, so verður tað tey, ið mugu tala við mína gravarferð?”

 

”Jú,” segði eg.

 

”Eg helt tað nokk,” segði hon og helt á, ”So verður pápi mín noyddur at
fara við, og so kunnu tey prædika gleðiboðskapin fyri honum og siga
honum frá, hvussu nógv Gud elskar hann. Eg vil fegin doyggja seks ferðir,
um eg pápi mín bert einaferð kann hoyra um Jesus.”

 

Stutt eftir hesa samrøðu doyði henda lítla gentan. Eg var sjálv vorðin sjúk
og til mína stóru sort kundi eg ikki taka lut til gravarferðina. Men Harrin
minnist bønirnar hjá sínum livandi barni.

 

Nakað seinni eftir hetta kom ein óður og illbrýntur maður til mín og vildi
tosa við med. ”Tú kennir meg ikki, men eg eri pápi til lítlu Mariu,” segði
hann. ”Eg goymdi meg, tá tygum vitjaðu hana, tí mær dámdi ikki
menniskju, ið tosaðu um Gud. Eg hoyrdi barn mítt greiða tygum frá, at hon
fegin vildi doyggja seks ferðir, fyri at eg í minsta lagi einaferð kundi hoyra
gleðiboðskapin boðaðan.

 

Eg fái ikki henda tankan út úr mínum sinni. Eg havi roynt, men tað nyttar
onki. Sig mær tí nú, hvat tað var, hon vildi, at eg skuldi hoyra.”

 

Evangelisturin greiddi honum frá tí, og skjótt fann hesin maður frelsuna.

 

Maria, ein lítillátin genta upp á 7 ár, hevði frá Jesusi lært at doyggja við
gleði, so at pápi hennara kundi verða frelstur. Er hon ikki ein virðismikil
gimsteinur í krúnu Frelsarans?

E. Campbell umsetti