Hungur eftir Guds Orði

Ein prædikumaður talaði einaferð um góðan matarlyst.

Hann tók støði Skriftini: ”Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. ”
Matt.5,6

Um vit ikki hava ein góðan matarlyst, tá vit fara at eta,” segði hann, ”Ja so er okkurt galið. Annaðhvørt eru vit sjúk ella eisini hava vit etið okkurt uttanfyri vanliga tíð, tí annars høvdu vit kunnað etið.”

 

Hann greiddi sera livandi frá, hvussu hann einaferð hevði arbeitt saman við einum manni, ið hevði tann óvanan fyri at eta ís ávegis til húsa eftir loknan arbeiðsdag. Eitt tíðarskeið fylgdist hann við hesum vini og át tí eisini ís og líknandi sjávur á veg til húsa.

Tá hann so setti seg til borðs har heima, tá var han als ikki svangur, men var heldur ónøgdur við matin og orkaði ikki at eta. Kona hansara spurdi hann, hví hann brádliga ikki át nakað, og tá hon so hoyrdi hann greiða frá orsøkini, segði hon, at um hann skikkaði sær soleiðis, so tímdi hon ikki at gera mat til hansara longur.

 

Hetta hjálpti – men hvussu meira mugu vit tí ikki vaka yvir, hvat vit gera áðrenn vit fara á møti. Fylla vit tankarnar við undirhaldi úr hesum heimi, ja so kunnu vit lættliga koma at missa matarlystin til Orð Guds og heldur royna at finna feilir og manglar við øllum.

 

Men koma vit harafturímóti til kristin møti við góðum matarlysti eftir Orði Guds til sang og vitnisburð, so vil Harrin metta sálir okkara, so at vit kunnu ganga fram á vegi Hansara og vera góð fyridømi fyri onnur.
E.Campbell umsetti