Hvagar fór Jesus, tá ið jólamaðurin steig fram
”Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. ”
Jóh.1,14
David Marshall
Eg var bara trý ára gamal, tá ið eg gjøgnumskoðaði lygisøguna um jólamannin. Ikki so at skilja, at eg var eitt undurbarn. Hin tjúkki maðurin, sum lúrdi seg inn á kamar mítt og legði eitt koddaver við nógvum áhugaverdum í við song mína, var uttan iva pápi mín. Sjálvt í myrkri!
Sum fimm ára gamal var eg so púra vónsvikin av jólamanninum. Býurin, har vit plagdu at keypa til jóla, var yvirfloymdur av reyðklæddum, vattskeggjutum, posaberandi, herðabreiðum mannfólki. Fyrstu ferð, eg kom í nánd av einum teirra, var hann í holt við at stjala pungin frá einari konu, sum var farin til handils. Mamma mín syrgdi fyri, at hann varð handtikin.
Ta søguna gloymdi eg ikki. Í skúlanum sat lærarin og segði frá tí gomlu, ævigt ungu søguni um Jesus, hirðarnar, fjósið, stjørnuna, teir vísu menninar og gávurnar, teir bóru, gull, roykilsi og myrru. Brádliga legði hann afturat: ”Og um tit nú eru fitt og góð, fer jólamaðurin heilt vist at geva tykkum nakrar jólagávur…”
Tað varð ov mikið fyri meg. Eg fór at siga frá tí tjóvska jólamanninum. Vinmenn mínir vórðu skelkaðir, teir grótu, alt var ein hurlivasi og øsing – og vit vóru enntá bara dreingir í flokkinum. – Lærarin gjørdist í øðini: ”Marshall, tú skalt bara vága tær!”
Ein av vinmonnum mínum bjargaði mær við einum spurningi, sum fekk bæði læraran og allan flokkin at tagna: ”Tygum lærarin, hvat hendi við Jesusi, tá ið jólamaðurin steig fram?” Lærarin visti einki at svara.
Men svarið er hetta: Hann varð gloymdur. Eitt skelti við áskriftini: ”Einki rúm er eftir” varð hongt uppi yvir tí gongustjørnuni, hann kom at frelsa. Og tann tíðin á árinum, tey kristnu kalla ”adventstíðin”, verður mest av øllum ein ”forbrúkaraveitsla”, ein algoyst tuskan, har vit skulu bera hvør av øðrum og náa mest møguligt. Adventstíðin skuldi verið fyrireikingartíð, har vit skulu minna hvør annan á sannleikan, at Jesus gjørdist menniskja, og vit skulu minnast, at tað barnið, sum ta ferðina varð føtt undir trongum korum, skjótt kemur aftur sum konganna Kongur.
”Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, …”. Men tað, sum er uppaftur størri, hann kom at frelsa fólk sítt frá syndum teirra. Fyri at geva okkum frelsu.
Latið ongantíð ein gamlan jólamann fáa loyvi at troka burtur henda sannleikan!
”Tidens Tegn”. Effie Campbell umsetti