Hvar kann eg loyva mær at fara?
”Tá ið nú konan sá, at træið var gott til matna og frálíkt á at líta og avbært til at fáa vit av, tá tók hon av ávøksti tess og át; somuleiðis gav hon eisini manni sínum, ið hjá henni var, og hann át. ”
1.Mós.3,6
Ein drongur var júst konfirmeraður, og tað ja, hann hevði givið Jesusi, meinti hann av øllum hjarta sínum. Hann hevði trúgvandi foreldur, og tey frøddust um avgerð hansara. Men stutt eftir ringdu vinmenninir og bóðu hann koma oman á hotellið, har skuldi vera dansiveitsla í vikuskiftinum. „Tað fer at verða soo stuttligt,“ søgdu teir. Tað var lætt hjá honum at siga nei í telefonini, men verri var, tá tveir vinmenn komu heim til hansara og royndu at fáa hann at ganga frá sínum.
„Eg má tosa við pápa um hetta,“ svaraði hann. „Tú ert so vaksin nú, at tú sjálvur mást taka avgerðirnar í lívi tínum. Men eg hugsi, at tú innast inni veitst, hvat ið tú eigur at velja,“ svaraði pápin. „Eg vil biðja teg lesa hesi bæði versini, áðrenn tú tekur eina avgerð,“ segði pápin. Drongurin fór upp á kamarið og las:
Tag Jesus med, hvorhen du længes,
da bliver du så let i sind,
og hvor din Frelser ude stænges,
der skal du ikke selv gå ind.
Tag Jesus med på dine veje,
da kan du være dem bekendt,
og bed ham våge ved dit leje,
når dagens travle værk er endt.
Tag Jesus med, hvorhen du farer,
da kan du aldrig fare vild,
da vogter på dig engleskarer,
om verden lukker øjet til.
Og hælder dagen, o, da kommer
din Frelser selv i dødens sted
for til en evig, evig sommer
at tage dig, en synder, med.
Adolf Langsted.
Tá visti drongurin, hvat ið hann skuldi svara vinmonnunum. Vit skulu ikki leita freistingina upp. Minst til Evu. Hon ætlaði sær ikki at gera nakað skeivt, hon ætlaði sær bara at hyggja. Men fert tú bara at hyggja, so ert tú longu gliðin helvtina niður eftir hellingini, tí freistingin er sterk sum ein magnet, og tú ert lítla jarnpettið. Fert tú ov nær, so vups, so hongur tú fastur. Effie Campbell.