Hvat er tað at líta at Jesusi?

”Og hann rann undan og kleiv upp í eitt morberjatræ, fyri at fáa hann at síggja, tí at leiðin hjá honum lá har framvið. ”
Luk.19,4

 

Er tað at síggja ein málning ella eina mynd av honum? Er tað at síggja eitt skapilsi, høgt út úr gróti? Hvat er tað at líta at Jesusi?

 

“Tað er ógjørligt at síggja hann,” svara summi. “Tí hann er í Himlinum. Og ikki fyrr enn vit koma hagar, fáa vit hann at síggja, sum hann er.”

 

Ja, á ein hátt hava tey rætt í tí.

 

Eg hoyrdi einaferð um ein drong. Hann var føddur, meðan pápi hansara sigldi úti í verðini. Tað gingu nógv ár. Drongurin skuldi nú fara í skúla; men enn hevði hann ikki sæð pápa sín. Men pápin skrivaði støðugt heim. Mamman las brøvini fyri dronginum. Og drongurin fekk nógvar gávur frá pápa sínum. Ja, tað hendi viðhvørt, at drongurin slapp at tosa við pápa sín í telefonini úr einum øðrum landi.

 

Hesin drongurin hevði ikki sæð pápa sín. Men kortini hevði hann sæð hann. Drongurin hevði fingið eina mynd av pápa sínum prentaða inn í hjarta sítt og hoyrt rødd hansara. Ja, hann skilti, at pápin var góður við hann.

 

So kom tann dagurin, tá ið pápin kom heim. Drongurin fleyg um hálsin á hesum bæði kenda og ókenda manni og segði: “Pápi!”

 

Pápin var nokk eitt sindur øðrvísi, enn drongurin hevði hildið og hugsað. Men hann var – í allar mátar – nógv betri! Drongurin var glaður.

 

Tú hevur fingið eitt bræv frá Jesusi og um hann. Tað er Bíblian. Mamma tín og mong onnur hava lisið fyri tær úr hesum brævi. Jesus sjálvur hevur tosað við teg úr ”landi” sínum gjøgnum bønarinnar telefon og gjøgnum hitt fína móttøkutólið hjá samvitskuni. Jesus hevur sent sínar nógvu, nógvu gávur. Tel tær, um tú kanst!

 

Sært tú ikki Jesus fyri tær, hvussu nógv hann elskar teg? Tað er eitt træ, sum tú kanst klúgva uppí fyri rættiliga at síggja hann. Tað er bønarinnar træið. Ert tú ágrýtin har, fert tú meir og meir at kunna siga: “Eg kenni Jesus! Eg veit, hvør hann er, og hvat hann er.”

E. Campbell umsetti