Hvat verður eftir deyðan?
“Tað, sum eyga ikki sá, og oyra ikki hoyrdi, og ikki kom upp í mannahjarta, tað sum Gud hevur tilbúgvið teimum, sum elska hann” (1 Kor 2,9).
Tá ið ein veit, at tíðin her er stutt, kann ein ikki lata vera at steðga við hugsanina um, hvat verður eftir deyðan. Eg var á gátt inni hjá einari eldri konu, ið tosaði nógv um dagin og vegin. Tá ið eg so minti hana á, at hon ikki skuldi vera her allar ævir, svaraði hon stillisliga: “Ja, tað er í lagi, eg havi gravstað mítt í kirkjugarðinum.”
Men trúgva vit Guds orðum og lyftum, so gerast vit jú forvitin. Forvitni er partur av so mongum uppdagingum og uppfinningum. Men vit gjørdust við trúnni, sum Luther eisini sigur tað, ikki Guds loyniráð, men Guds børn. Og børn fáa ikki altíð sítt forvitni nøktað. Menniskju hava borið fram yrkingar og dreymar um eina einglatilveru við hørpuspæli. Men Guds orð er tigandi. Hvussu verður hinumegin deyða og grøv? verður spurt. Gud svarar við at siga, hvat ið ikki er sum her (1 Kor 2); men meira nágreiniliga (Op 21,4): “Og Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra; og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.”
Tað er hetta, vit vita við vissu um tað, ið er handan forhangið. Har inni hava vit kastað okkara akker – hagar sum Jesus fór, hann sum er fyrirennarin fyri okkum (Hebr 6,19).
Í Himnabúð, í Himnabúð er fyrijáttað mær
tað, einki oyra hoyrir nú, og einki eyga sær.
Ei heldur komið upp tað er
í nøkrum mannahjarta her,
o, Harri Sebaot.
(SB 301,5)