Hvat vita vit um Himmalin?
“Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum.”
Jóh.14,2
Vit vita ikki so nógv um Himmalin. Viðhvørt koma bøkur út um hetta evnið, men í roynd og veru vita vit ikki so ómetaliga nógv um Himmalin. Bíblian greiðir mest frá um lívið her á jørðini, um hvussu Gud virkar gjøgnum fólk sítt og um møguleikar menniskjans at velja rætt her í lívinum við atliti til tað, sum hendir eftir deyðan.
Tað einasta, vit vita við vissu her í lívinum, er, at deyðin kemur. Hesa vitan nýtist okkum ikki at lesa okkum til. Sjálvt um vit skúgva hetta frá okkum, liggur tað kortini altíð og lúrir. Vitandi ella óvitandi vilja menniskju leita eftir einari loysn til spurningin: Hvat hendir, tá ið eg fari hiðani?
Sjálvt um vit ikki fáa vitan um lívið eftir deyðan heilt niður í smálutirnar, so sigur Bíblian okkum kortini okkurt – nóg mikið til, at vit kunnu geva okkum til tols. Vit kunnu fáa frið í sinnið. Men sum við øðrum lyftum í Bíbliuni, virkar tað bara, tá ið vit líta á Orðið.
Skriftin sigur okkum frá einum heimi uttan fyri tann, vit síggja hvønn dag. Hann verður nevndur “himlarnir” ikki himmalin, sum vit vanliga siga: “Faðir vár, tú sum ert í himlunum!” Matt.6,9 “… til kirkjuliðið av hinum frumgitnu, sum eru uppskrivað í himnunum,…” Hebr.12,23 “… gleðist heldur um tað, at nøvn tykkara eru uppskrivað í himlunum.« ” Luk.10,20
Um himlarnar sjálvar fáa vit ikki serliga nógv at vita; men vit merkja, at tað er okkurt ómetaliga stórt – ov stórt til, at greiðast kann frá tí, so vit av sonnum kunnu fata tað. Ikki fyrr enn tá ið vit koma út um jarðarinnar avmarkingar, fara vit at fata.
“Men nú kundi onkur sagt: “Hvussu rísa hini deyðu upp? Og við hvørjum likami koma tey? Fákunni tú! Tað, sum tú sáar, verður ikki gjørt livandi, uttan at tað doyr … Til eru himmalsk likam og jørðisk likam; men ein er dýrdin hjá hinum himmalsku, og onnur hjá hinum jørðisku … “Og líkasum vit hava borið mynd hins jørðiska, soleiðis skulu vit eisini bera mynd hins himmalska. ” (1.Kor.15).
Spurningurin er, hvat fyri slag av likami. Tað verður svarað positivt. Í tí æviga heiminum er talan um eitt likam; men tað er øðrvísi enn tað, vit kenna her.
Sjálvt um vit ikki hava greiðu á øllum smálutunum, so gevur Nýggja Testamenti kortini nakrar persónligar ávísingar viðvíkjandi framtíðini: “»Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. ” Jóh.14,1-3
Í tí komandi heiminum eru bústaðir, fáa vit at vita. Og Jesus fer burtur at tilbúgva bústaðir til eftirfylgjarar sínar. Ein dag kemur hann aftur eftir teimum.
“Tí at eg eri í iva millum tey bæði, við tað at eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristi, tí at tað hevði verið ólíka nógv betri; men at verða verandi í holdinum er neyðsynligari fyri tykkara skuld. ” Fil.1,23-24
Fyri hinum trúgvandi er deyðin tað sama sum at fara hiðani og vera hjá Kristi. Tað er nógv betri enn at liva her á jørðini.
Tá ið vit kortini skulu verða her eina tíð enn, er tað, fyri at vit kunnu vera til signingar fyri onnur. Tað eru enn nøkur, sum tørva okkum her; men um vit vilja vera sjálvgóð, so hevði tað verið nógv betri at farið hiðani – at doyð.
“Kirkeklokken” E.Campbell umsetti