Hví elskar tú ikki Gud av øllum tínum hjarta?
“Tá kallaði Harrin Gud á Ádam og segði: “Hvar ert tú?” Hann svaraði: “Eg hoyrdi teg í aldingarðinum og varð bangin og krógvaði meg, av tí at eg eri nakin” (1 Mós 3,9-10).
Hví elskar tú ikki Gud av øllum hjarta, allari sál, øllum huga og allari styrki? Grundin er tann sama sum hon hjá tjóvinum ella drápsmanninum, at teir ikki glaðbeintir renna til løgregluna og brúka sína tíð saman við henni. Eftir syndafallið eru vit øll blivin tjóvar og ránsmenn, so ring, at vit ikki leggja merki til tað sjálv. Vit hava brúk fyri, at onkur vísir okkum tað, um vit skulu síggja tað.
Tí hevur Gud givið okkum lógina. Guds orð sigur okkum, at ”lógin er ikki ætlað rættvísum manni, men lógloysingum og tvørlyntum, gudleysum og syndarum, vanheilagum og óreinum, faðirmorðarum og móðurmorðarum, manndráparum, horkallum, siðloysingum móti náttúruni, mannatjóvum, lygnarum, meinsvornum, og hvat so annað er, sum er ímót hini heilnæmu læruni” (1 Tim 1,9-10).
Hví? Jú, fyri at vit kunnu blíva bjargað. Fyri at vit skulu fara at leita eftir bjarging, mugu vit fyrst skilja, at vit eru í neyð. Tí kom Jesus, at leita upp hitt farna og at bjarga tí (Luk 19,10).