Hví er framrúturin størstur?
”Hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara.”
Hebr. 12,3
Á nýggjárinum hyggja vit bæði fram og aftureftir – kanska ov nógv aftureftir – serliga at tí, sum ikki gekk so væl. Tí vit hava øll okkurt, sum ikki gekk væl – kanska gekk tað rættiliga illa. Tá er gott at minnast til, hví bakspegilin í einum bili er nógv minni enn framrúturin. Tað er tí, at vit skulu hyggja frameftir – ikki aftureftir.
Uttan mun til, hvat ið miseydnaðist í farna ári, er tað týdningarmikið altíð at hava FYRIGEVINGINA við á lívsleiðini. Alt ov ofta hoyri eg: ”Eg kann ikki fyrigeva honum tað, hann gjørdi!” Ella: ”Eg kann ikki fyrigeva mær sjálvari!”
Tá ið Gud kann fyrigeva ALT – og fyrigevur mær til mítt seinasta suff, so er tað mín ábyrgd at fyrigeva øðrum og mær sjálvari. Fyrigevingin er grundarlagið undir tí, at eg kann gloyma tað, sum liggur aftanfyri, sum Paulus málber seg í Fil. 3,13-14: ”Brøður, eg haldi ikki meg sjálvan enn hava gripið tað; men eitt geri eg: eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Gud hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi.”
Paulus stýrir beint móti málinum: Men eitt geri eg! Fægstu uppliva at gloyma misbrot og føll. Men um vit hava biðið um fyrigeving – og sjálv fyrigivið øðrum – gloyma vit tað á tann hátt, at vit ikki framhaldandi baksast við tað. Vit taka ikki ímóti ákærum hvørki frá satani, menniskjum ella okkum sjálvum. Tí Jesu blóð hevur reinsað talvuna reina!
Tí fáast vit ikki við tað, men venda eyguni móti framrútinum, rætta okkum eftir tí, sum er fyri framman, renna frameftir móti málinum og festa eyguni á Jesus, upphavsmann og fullkomnara trúarinnar!
Effie Campbell umsetti.