Hví hava vit brúk fyri Jesusi?

„Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. “
Jóh.3,16

 

 

Kanska trýrt tú, at Gud er til, men tú heldur, at hann tykist vera so langt burturi? Og so hetta við Jesusi. Hvar kemur hann inn í myndina? Hví er tað so avgerandi at hava við hann at gera? Er tað ikki nóg mikið at trúgva á Gud – og so liðugt, punktum?

Trýrt tú, at tað er ein góður Gud til, sum kann alt?

 

Um Gud er soleiðis, kundi tú so hugsað tær at havt samband við Hann? Kanska hevur tú møtt trúgvandi fólkum, sum eldhugað siga frá “øllum tí frálíka, tey uppliva saman við Gudi”, meðan tú heldur, at tú ongantíð hevur upplivað nakað tílíkt. Gud tykist so fjarur, og tú undrast á, hvat ið skal til, so hann skal gerast nær og livandi fyri tær. Lykilin inn í nærveru Guds eitur Jesus. Latið okkum hyggja eftir, hví tað er so.

 

Hvussu mong menniskju kennir tú, sum ikki eina einastu ferð hava gjørt okkurt, tey ikki áttu at gjørt, sagt okkurt, sum tey ikki áttu at sagt, ella hugsað okkurt, sum ikki hevði riggað at sett upp á prent…?

 

Tú svarar heltst: “Ongan.” Og har eru tú og Bíblian samd – sovorðin yvirmenniskju eru ikki til. Víst eru mong góð menniskju til, men “blett-frí”, lýtaleys eru tey ikki! Bíblian sigur, at sjálvt um vit so inniliga fegin vilja, so megna vit ikki bara at gera gott, soleiðis sum Gud vil! Tá síggja vit beinanvegin trupulleikan: Gud er góður, vit eru ikki bara góð. Soleiðis sum Gud er, og soleiðis sum vit eru, ber ikki til at sameina báðar partar – hvussu kunnu vit menniskju so koma inn í Guds nærveru?

 

Men Gud vil hava samband við øll menniskju! Fyri at tað skuldi bera til, mátti hann fyri tað fyrsta: rudda upp í tí, sum skilti okkum frá honum, og fyri tað næsta: gera tað so lætt at gerast kend við hann, at øll kunnu megna tað. Gud visti, at vit ongantíð fara at batna so nógv, at vit orka at “klintra upp til Guds” við góðum gerðum – tí kom Jesus niður til okkara! Og tað er tí gjøgnum Jesus, tú hevur tín einasta møguleika at fáa nært samband við Gud. Sært tú Guds logikk?

 

Hevur tú nakrantíð gjørt okkurt, tú ikki átti at havt gjørt?

 

Tað er hesa persónligu, ærligu játtanina, Gud vil hava frá okkum, uttan at vit fjala okkum aftan fyri onnur ella gera okkum sjálvrættvís og koma við “vánaligum umberingum”. Tí harvið hava vit sæð, at vit eru tað, sum Bíblian kallar “syndarar”. Orðið synd merkir “at raka við síðuna av málinum” – og vit hava øll rakt við síðuna av her í lívinum. Um tú viðgongur, at tú hevur rakt við síðuna av og gjørt okkurt býtt, sært tú, at tær tørvar fyrigeving. Og tørvar tær fyrigeving, tørvar tær Jesus. Tá ið tú gjøgnum hann fært Guds fyrigeving, er einki longur, sum skilir teg frá Gudi, og tú kanst koma inn í Guds nærveru. Soleiðis syrgdi hann fyri fyrigeving.

 

Kundi tú havt doyð fyri onkran, tú vart góður við?

 

Ein stórur spurningur! Tað er eingin sjálvfylgja, at svarið er “ja”. Men foreldranna kærleiki til børn síni hevur ofta okkurt av hesum “at-stíga-inn-í-staðin-fyri” í sær. Tá ið børnini fara ígjøgnum okkurt pínufult, tá vildu mong foreldur skift um pláss við tey, um børnini sluppu undan. Frá krígssøguni kenna vit dømi um menniskju, sum “skifta um pláss” við deyðadømd og ofra lívið, fyri at onnur skulu sleppa at liva.

 

Royn at ímynda tær hetta: Tú stendur í einari røð, har tey deyðadømdu standa, og tú veitst, at tú hevur gjørt okkurt, sum tú skalt standa til svars fyri. Jesus kemur gangandi, steðgar framman fyri tær, tú sært hitan í eygum hansara, og hann sigur: “Eg taki títt pláss og tína revsing, so at tú sleppur undan at doyggja. Tú hevur fingið fyrigeving!”. Ímynda tær, hvussu tú stígur út úr røðini, fríur og fyrigivin, meðan hann stendur eftir á tínum plássi. Tú veitst, at Jesus doyr fyri teg. Tú kennir lættan og gerst bilsin, tí tú veitst, at hetta hevur tú ikki uppiborið. Tað er hetta óuppiborna Bíblian við einum fínum orði kallar “náði”. Tað er hetta bjargingarverkið hjá Jesusi, sum kallast “frelsan”.

 

Trúgvin á Jesus, at tað, hann gjørdi, eisini fevndi um teg, er hitt einasta, sum krevst, fyri at taka ímóti frelsuni. So einfalt hevur Gud gjørt tað fyri teg at koma inn í nærveru hansara. “Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh. 3,16).

 

Ger eina “roynd”: Skift orðini “heimin” og “ein og hvør” um við egna navn títt í bíbliuorðinum omanfyri. So persónligur er Guds kærleiki. So inniliga ynskir hann at gerast kendur við teg! Sig Gudi, at tú vilt gerast kendur við hann! Kvika tær inn í Guds nærveru nú – tað er jú har, tú hoyrir til!

“Krigsropet” E. Campbell umsetti