Hví ivast?

”og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa. ”
Matt.6,13

 

Í Matt. 14 lesa vit um, hvussu Jesu lærusveinar vóru illa staddir mitt úti á vatninum, tá ódnarveður brast á. Tá ið báturin var um at søkka, kom Jesus til teirra, gangandi á vatninum. Á, sum teir gjørdust bangnir! Var hetta eitt spøkilsi?

Men Jesus talaði beinanvegin til teirra og segði: “Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!”

Mundi tað vera satt, at tað var Jesus? Pætur gjørdist djarvur og rópti: “Harri, um tað ert tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum!” Og Jesus segði: “Kom!” Eina lítla løtu leit hann á Gud; men tá ið hann sá tær ógvisligu aldurnar og hugdi til viks og ikki longur upp á Jesus, fór hann at søkka.

Soleiðis er tað ofta við okkum eisini. Tá ið trupulleikarnir koma, so er tað ikki Harran vit hyggja uppá, men trupulleikarnar. Men minst til, Jesus er har og hoyrir, tá ið vit rópa: “Harri, bjarga mær!”

„Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: »Fátrúni maður, hví ivaðist tú?« “ (Matt. 14,31)

“Hví ivaðist tú?” Har, sum trúgv er, er eingin ótti – at trúgva er tað øvugta av at óttast. Okkum nýtist ikki at óttast, tí Harrin hevur lovað at halda í hondina á okkum. Um tú ert eitt Guds barn, lítur hann at tær sum sínum eygnasteini, so hví skuldi tú kent teg settan til síðis? Jesus elskaði teg so nógv, at hann vildi doyggja fyri teg, so hví skuldi tú kent tað, sum eingin leggur nakað í teg? Gud sær spurvin, tá ið hann fellur til jarðar – tað segði hann sjálvur – so hví skuldi tú sagt, at eingin ansar eftir tær? Tað er djevulsins snildir at fáa teg at kenna teg einsamallan og settan til síðis.

Vit eru ofta var við í okkara kristna lívi, at vit ikki altíð eru uppi á fjallatindinum; men tað er eingin grund til, at okkara andliga flóð og fjøra skal fløða og fjara í takt við viðurskiftini kring okkum. Gud gongur við okkum í dalinum eisini og ger tað gjørligt hjá okkum at halda út. Hann kann eisini siga við hitt uppøsta havið: “Tig, ver stilt.”

Gud hevur lovað okkum ein veg út úr øllum freistingum, soleiðis at vit skula kunna tola tær. Hetta lyftið fevnir um allar freistingarnar, sum møta menniskjum: trupulleikar í heiminum, í samfelagnum, á arbeiðsplássinum.(1Kor.10,13) Hygg upp á Jesus! Um tú fert at hyggja at “aldunum”, fert tú at søkka niður í vónloysis dýpið. Hygg upp á hann, sum øll signing kemur frá. Tak Gud upp á orðið.
E. Campbell umsetti