Hví steðgar Gud ikki tí ónda?

”Ikki drálar Harrin við fyrijáttanini, soleiðis sum summir halda tað fyri eina drálan; men heldur er hann langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar. ”
2.Pæt.3,9

 

Hesin spurningur upptekur hugsandi menniskju meira enn nakað annað. Vit síggja ósek líða fyri tey seku. Vit síggja – sum tað vísir seg fyri okkum, ið hvussu er – ta vónleysu, ørvitisligu heimsstøðuna. Tað er ikki longur nakað mát fyri, hvat ið er rætt ella skeivt – alt hetta fær mong menniskju at ivast um Gud, ja enntá ivast, um hann er til.

 

Tá ið tú spyrt, hví Gud ikki steðgar øllum tí ónda, so ert tú sanniliga ikki í iva um, at hann kann gera tað; men tað tykist ikki, sum hann ger tað. Hví letist Gud ikki um vón? Hví svarar hann ikki og ger okkurt? Hugsa teg um eina løtu. Hvørjum er tað, Gud skal steðga? Tað er menniskjum. Tað er hatri, harðskapi, girnd, sjálvgóðsku, øvundsjúku, óreiðiligheit og einari mongd av øðrum lutum. Men nú verður spurningurin: Ert tú villigur at lata Gud steðga øllum hesum í lívi tínum? Ja, her koma vit til aðaltáttin í spurninginum. Hetta er, tá ið samanum kemur, ein persónligur spurningur. Hvat við tínari sjálvgóðsku, tínari øvundsjúku, tínari synd? Fyri at siga tað bart út:

 

Um tú ikki ert villigur at lata Gud byrja har, so kanst tú ikki loyva tær aftur at spyrja: “Hví steðgar Gud ikki tí ónda?”

 

Eitt er púra vist. Ein dag skal Gud steðga tí øllum. Hann fer at trína inn í heimshendingarnar – í sonar síns líki – og gera alt til einkis, sum er ónt í verðini. Um vit sýta fyri at skilja okkum frá tí, sum Gud má døma, nevniliga syndini í lívi okkara, so fara vit at koma inn undir dómin, tí slepst ikki undan. Tá ið Gud er tigandi nú, er tað, av tí at hann vil geva okkum menniskjum náði í staðin fyri at døma okkum. 2. Pæt. 3,9.

 

Tá ið tú spyrt: “Hví steðgar Gud ikki tí ónda?” hevur tú so nakrantíð hugsað um krossin? Hví steðgaði hann tí ikki har? Hví fríaði Gud ikki son sín, so hann ikki bleiv dripin av óndum menniskjum? Tað finst bert eitt svar: “Hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.” Jes. 53,5.

 

Gud loyvdi hesum, fyri at dómurin yvir synd menniskjans skuldi blíva borin á krossin. Tí er hann nú førur fyri at fara við okkum menniskjum í náði, av tí at dómurin er borin. Ja, øll fara at verða dømd. Munurin er bert, at øll tey, sum trúgva á Kristus, krossfestan og upprisnan frá teimum deyðu, kunnu siga, at teimum viðvíkjandi liggur dómurin ikki inni í framtíðini, men í fortíðini. Tað undurfulla er, at tá ið tú vendir um, t.v.s. broytir støðu mótvegis øllum roti og allari spillu, og tá ið tú trýrt, tað merkir, at tú byggir lív títt á Kristus, sum doyði fyri teg – tá ið tú gert hetta, gevur Gud tær styrki at steðga øllum tí ónda í egna lívi tínum. Hann gevur tær lut í sínum lívi og sínari kraft. Jóhs. 1,12.

E. Campbell umsetti