Hví tilbiðja ein Gud, sum eg ikki síggi?

”Í hjarta dárar siga: ”Ei nakar Gud er til.”
Sálm. 14,1

 

 

Fyri nøkrum árum síðani var tað ein maður, sum undirskrivaði seg ”ateistur”. Hann spurdi úti á netinum: ”Hví skal eg tilbiðja ein Gud sum eg ikki síggi?”

Men eg spyrji gudloysingin: ”Hví goymir tú teg fyri einum koronavirusi, sum tú ikki sært?”

Veruleikin er, at alt tað, sum vit síggja henda í tí sjónligu verðini, er ein avleiðing av tilburðum í tí ósjónligu verðini.

Eg síggi ikki elektrisitet; men eg síggi avleiðingarnar av tí.

Eg síggi ikki vindin; men eg síggi avleiðingarnar av honum.

Eg síggi ikki virus; men eg síggi fylgjurnar av tí.

Eg síggi ikki Gud; men eg síggi skaparverk hansara, og lív mítt bleiv púra broytt, tá ið eg tók við trúnni á tann ósjónliga Jesus. Sjónliga lívið hjá allari mínari familju er úrslitið, sum stendst av náðini, virkinum, fyrigevingini, kærleikanum, inntrivinum og signingunum hjá tí ósjónliga Gudi.

 

Hví goyma ateistarnir seg fyri einum virus, sum teir ikki síggja?

 

Í tí ósjónligu verðini eru Satan og illu andarnir eisini. Eg vissi teg um, at teir eru ikki ateistar. Ják. 2,19 sigur, at illu andarnir trúgva á tann eina sanna Gud – og teir skelva av ótta fyri dómadegi. Teir vita, hvat ið bíðar teimum fyri framman.

 

Einaferð vóru teir uppi hjá Gudi – Gud skapti teir. Men Satan gjørdi uppreistur og vildi vera Gudi líkur. So bleiv hann blakaður út – og saman við honum uml.

triðingurin av einglunum. (Opb. 12,3 og 7-9)

 

Sannleikin er tann, at Skriftin sigur, at vit menniskju hava einki at orsaka okkum við, tí tað sæst av verkunum: Róm 1,20 ”Tí at hin ósjónliga vera hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum – so at menn einki skulu hava at orsaka seg við.”

 

– – – – –

Viðhvørt kanst tú renna teg í fólk, sum ikki beinleiðis siga, at tey eru ateistar. Tey siga ”Eg kann ikki trúgva!” Hatta passar ikki, hatta er ósatt. Jesus sigur: ”Hvør, sum VIL VIL VIL, hann taki lívsins vatn fyri einki” Opb. 22,17. Tað er ein viljasak, og tað er gratis. Í Jóh. 4. kap. sigur Jesus við konuna úr Samaria, at hon skuldi biðið hann um vatn, so hevði hann givið henni tað livandi vatnið (v. 10). Víðari sigur Jesus, at vatnið, sum hann gevur, skal verða ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív (v. 14). Jesus leggur sjálvur trúnna inn í tað mannahjartað, sum kemur og biður Jesus um at fáa hitt livandi vatnið, og viðkomandi skal ongantíð tysta aftur. Hugsa nú um hatta!

– – – – –

Ein ung kona í familjuni segði mær einaferð, at hon arbeiddi á einum arbeiðsplássi, har stjórin segði, at hann var ateistur. Hann gekk við rankum ryggi og kunngjørdi, at hann var ”ateistur”. Hann helt vist, at tað var ein flottur ”tittul”.

 

Ein morgun fór konan tíðliga frá húsum til gongu oman í býin. Veðrið var av tí allar fagrasta. Tá hon kom inn, var stjórin longu komin. Hann sat á einum stóli við vindeygað og hugdi út yvir Havnina. So segði hann: ”Á dett pena veður. Ja, vit hava sanniliga nógv at vera takksom fyri!”

 

Tá var unga konan skjót at lofta orðum hansara. ”Kann eg spyrja teg um eitt? Hvørjum takkar tú? Hvagar vendir tú tær við tínari tøkk?”

Hann fekk ikki orðið upp. Hann sat bara og stardi. Men eg haldi, at hann heilt vist fekk nakað at hugsa um.

Effie Campbell