Hvør hevur skapt Gud?
„nei, sum himin er hægri enn jørðin, soleiðis eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara og hugsanir mínar hægri enn hugsanir tykkara. “
Jes.55,9
Eg var um 10 ára aldur. Omma, abbi og eg vóru einsamøll í køkinum. So sigi eg við ommu: „Omma, hvør hevur skapt alt?“
„Tað hevur Gud,“ svarar hon.
„Ja, men hvør hevur so skapt Gud?“
„Tað hevur eingin. Hann hevur altíð verið til.“
„Tað skilji eg ikki. Poppar Hann so brádliga upp mitt í øllum, heilt av sær sjálvum?“ Tað dugdi hon ikki rættiliga at svara uppá.
Men so gingu nøkur ár, og eg fór í realskúla. Har lærdu vit um mannakroppin og fingu at vita, at mannaheilin var til støddar sum ein knýttur mansnevni. Tá fall alt upp á pláss hjá mær. Nú var eg brádliga so glað um, at eg ikki skilti, hvussu Gud var komin. Tí skrivað stendur, at Gud er so stórur, at himlanna himlar kunnu ikki rúma honum. Enn minni passar mín stóri Gud inn í mín lítla heila.
Eg eri so glað, at Hann er so stórur, at eg ikki skilji alt, tí skilti eg alt, so var Hann jú á sama støði sum vit menniskju. Gott, at Hann er so langt oman fyri okkum, at vit smáu menniskju bara kunnu hvíla trygt í hansara hondum. Tí Hann gevur okkum altíð tað besta, ongantíð tað næstbesta. Effie Campbell
Edvard Poulsen

