Hvussu finna vit Gud?
”Jesus svaraði og segði við hann: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.« ”
Jóh.3,3
Mong menniskju eru, ið ikki vita, hvat tað vil siga at verða føddur á nýggjum, og heldur ikki, hvat endurføðing veruliga merkir í lívinum hjá einum menniskja.
At verða føddur á nýggjum er meir enn bert at góðtaka Kristus í tínum tilviti og tínum sinni. Sjálvt um tú livir eitt ”siðiligt” og moralskt lýtaleyst lív, har tú livir og skikkar tær so gott sum gjørligt í egnari megi, so er hetta ikki nóg mikið og kemur ongantíð at vera nóg mikið heldur, tí hóast tú fremur stórar ella sonevndar ”smáar syndir”, so ert tú kortini ein syndari á glatunnar vegi. ”Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, ” Róm.3,23
Tá eitt lítið barn verður borið í heim, so boða tey ernu foreldrini hesi stóru tíðindi víðari vítt og breitt. Tað nýfødda barnið byrjar eitt lív í einum heimi, sum er heilt nýggjur fyri tað. Tá ein syndari verður føddur av Guds Heilaga Anda – endurføddur – so bera vit eisini hesi stórtíðindi víðari til onnur. Tað nýfødda ”Guds barn” trínur eisini inn í ein heim, sum er nýggjur fyri tað – eitt nýtt lív. Hjartað og sinnið eru fullkomiliga broytt. Hann ella hon hava fingið nýggj ynskir, nýggjar karmar og eina nýggja meining við lívinum, nýggjan huga og nýggjar hugsanir.
Ímynda tær eitt lív í sigri yvir synd og við friði í staðin fyri í stríði og freistingum! Hvat undurfult lív!
Kanska spyrt tú: ”Hvussu kann eg fáa lut í og uppliva hesa nýggju føðing?” Tú skalt venda tær burtur frá synd og koma til Guds við fullum huga og ætlanini at geva Honum lív títt. Bið bert Harran um at fyrigeva tær og frelsa tær.
Tá tú verður føddur á nýggjum, so fert tú at vita tað. Dómfellingin er horvin.
E.Campbell umsetti
Edvard Poulsen

