Hvussu gera ein vánaligan dag til ein góðan dag?
”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.”
Matt.11,28
Vit kenna tað øll somul. Dagurin byrjar vánaligt. Børnini eru ólýðin, hjúnafelagin strongdur, krøvini á arbeiðsplássinum eru stór og tykjast at kalla ómøgulig. Ein starvsfelagi gremur seg og støðan gert støðugt verri, og vit halda at, at kalla alt er ein stór byrða, sum vit nærum ikki orka at bera longur. Vit síggja onga meining í nøkrum. Alt er og gongur av skriðuni. Stutt sagt, ein sonevndur óeydnisdagur.
”Hvad gør man, hvad gør man, når alt er gået galt,” syngur Peter Belli í einum av sínum songum. Bert eitt er at gera, og tað er at leggja alt yvir á hin einasta, ið er førur fyri at broyta eina vónleysa støðu til tað betra, tað er Jesus. Venda vit tankar okkara til hann heldur enn at halda fram á somu kós, so fáa vit broytingina. Vit kenna ein undurfullan frið í sál okkara.
Jesus sigur: ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” Jesus er svarið á sjálvt truplastu og ómøguligastu støðurnar. Bara tað at hugsa um Jesus, at biðja til hann er í sjálvum sær ein loysn. Vit eru ikki aleina við trupulleikum okkara. Mangan havi eg upplivað, at júst, tá støðan tyktist mest vónleys, tá fann eg loysnina, tá eg søkti Jesus í einum tigandi suffi ella tá eg fór í bøn til hann. Jesus er ein ótrúligur kveikjari og ein góðum troystarmaður, tá útlitini síggja heilt vónleys út. Hann er altíð har. Okkum nýtist ikki so frægt sum at bíða, til hann einaferð hevur tíð. Hann er bara har.
Tískil: Gloym ikki Jesus í gerandisdegnum, sama um tað gongst tær væl ella ikki. Eitt er heilt vist: Tann besti dagurin byrjar við eini samrøðu við Jesus, tí tá ert tú í tryggum hondum, sama hvussu trupult alt tykist at vera.
Ebbe Jensen, ”Dansk Europamission”. E. Campbell oversatte