Hvussu skal eg liva mítt lív?
“Men flýggja frá hinum ungdómsligu lystunum; stunda heldur á rættvísi, trúgv, kærleika, frið við tey, sum ákalla Harran av reinum hjarta!” (2 Tim 2,22)
At vera ungur er ikki altíð so lætt. Tað eru nógvar avgerðir, ið skulu takast, sum eru við til at mynda lívsleiðina framyvir. Øll hava av og á brúk fyri ráðgeving, og tá er tað sera týdningarmikið at ráðføra seg á røttum stað. Tað eru nógvar røddir, ið siga seg hava sannleikan. “Legg einki í, hvat hini siga ella gera! Ger tað, sum tær lystir, og ger teg glaðan”. Um vit hyggja eftir ørindinum omanfyri, síggja vit, at Guds orð gevur øðrvísi ráð. Ørindi sigur, at vit skulu flýggja frá ungdómsligu lystununum, ið kann lýsast sum ymiskt, ið dregur menniskju burtur av røttu kósini. Hetta kann millum annað vera ovurnýtsla av rúsdrekka, pengum ella fartelefonini, ja, enntá ting, sum í sær sjálvum ikki eru ring, men gerast ein avgudur hjá okkum, og skeikla røttu raðfestingina. Sambært Bíbliuni er rætta raðfestingin at seta Gud og næsta okkara framum okkum sjálv. Vit skulu miða ímóti at liva eitt rættvíst lív í trúgv, kærleika og sátt við okkara systkin í Harranum. Tað er lættari sagt enn gjørt, men í Bíbliuni møta vit tí bestu fyrimyndini, sum er Jesus Kristus, ið livdi fyri at tæna øðrum. Bið hann vegleiða teg í lívinum, tí hann hevur lovað altíð at vera við tær!