Hvussu stórur er Gud

”Líti eg at tínum himni, fingraverki tínum, mána og stjørnum, sum tú hevur fest – hvat er tá maður, at tú minnist á hann, og mannabarn, at tær kemur tað í hug! ”
Salme 8,4-5

Og

”Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg. ”
Gal.2,20

 

Ein fríteinkjari møtti einaferð manninum, ið búði beint við síðuna av. Ann spurdi hann, hvar hann ætlaði sær.
Maðurin svaraði og segði, at hann var á veg í kirkju.

 

”Hvat ætlar tú í kirkjuni” spurdi fríteinkjarin

 

”At biðja til Guds” segði maðurin.

 

”Sig mær so”, segði fríteinkjarin, ”Er Gud lítil ella stórur?”

”Bæði tvey” svaraði maðurin. ”Hann er so lítil, at Hann kann búgva í mínum hjarta, men samstundis eisini so stórur, at himlanna himlar hvørki kunnu skilja ella rúma Hann.” E.Campbell umsetti