Hygg at Jesusi
„Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki
eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! “
Joh.14,27
Lívið í Kristi er eitt lív í hvílu. Tú fert kanska ikki altíð at kenna tær sterku
kenslurnar, men tú eigur altið at hava eitt friðsælt álit á Gudi.
Vón tín er ikki grundað í tær sjálvum, men í Kristi. Veikleikar tínir eru
komnir til sættis við styrki hansara, tín óvitska við hansara vitsku. Tú skalt
ikki líta at tær sjálvum ella lata hugsanirnar dvølja hjá tær sjálvum, men lít
at Kristi. Lít at kærleika hansara, vakra og fullkomna sinnalag hansara.
Kristus í vanærandi støðu hansara, Kristus í reinleika hansara og
heilagleika, Kristus í hansara einastandandi kærleika er tað stoff, sinnið
eigur at hvíla við. Tað er við at elska hann, gera sum hann og hyggja at
honum, at tú skalt broytast eftir mynd hansara.
Um vit veruliga liva eftir áminning hansara, so kemur dagurin í dag og
hvør dagur, vit fáa loyvi at uppliva, at verða undurfullur.
Vit eiga at gera, sum tað so vakurt stendur í einum sunnudagsskúlasangi:
Vend dit øje til Jesus,
Se ind i hans ansigt så kært,
og al verdens glæde vil sygne bort
i den nåde og herlighed du ser
E Campbell oversatte