Hygg at Kristusi
”Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi, ”
Fil.2,5
Lívið í Kristi er eitt lív í hvílu. Kanska ikki alla tíðina við sterkastu kenslunum, men tú eitur altíð at hava eitt friðsælt álit á Gud.
Vón tín er ikki knýtt til tín sjálvs, men til Kristus. Veikleiki tín er sameinað við styrki hansara, óvitska tín er sameinað vísdóm hansara, veikleiki tín við styrki hansara. Tú skal ikki hyggja at tær sjálvum ella lata tankar tínar dvølja við tær sjálvum, men í staðin líta at Kristi, at kærleika hansara, at vakra og fullkomna sinnalag hansara. Kristus í eyðmýktu støðu síni, Kristus í reinleika og heilagleika sínum, Kristus í undurfagra kærleika sínum er tað evni, sinnið eigur at dvølja við. Tað er við at elska hann, gera eins og hann og líta at honum, at tú skalt umskapast eftir mynd hansara.
Um vit veruliga liva eftir hesi áminning, so fer dagurin í dag og hvør dagur, vit fáa loyvi at liva og uppliva, at gerast dýrabarur.
Vit eiga at gera, sum tað so vakurt stendur í einum sunnudagsskúlasangi:
Vend dit øje til Jesus,
Se ind i hans ansigt så kært,
og al verdens glæde vil sygne bort
i den nåde og herlighed du ser