Hygg fram móti málinum

Skrivað: Súsanna Hendriksdóttir Olsen

Eftir fleiri ættarlig sum trælir í Eyptalandi, kallar Gud Móses at leiða Ísraelsfólk úr Egyptalandi til tað lovaða landið – Kánans land. Ferðin frá Egyptalandi til Kánans land varðar fleiri ára tíggju, og eru tey fyri tað mesta av tíðini í oyðimørk hesa tíðina (2. Mósebók til 4. Mósebók).

Hesa tíðina í oyðimørkini syrgir Gud fyri teimum við at geva teimum føði og vætu. Haraftuat gevur hann teimum lógir at liva eftir, sum ger tey til eitt fólk. Gud verjir tey eisini fyri Egyptum, sum koma aftaná fyri at taka tey aftur til Egyptalands.

Fleiri ferð hetta tíðarskeið í oyðimørkini spyr Ísraelsfólk Móses, hví tey ikki kunnu fara aftur til Egyptalands har tey fingu mat og tak yvir høvdið (2, Mós 16:3).

Ferðin hjá okkum her á jørð kann samanberast við oyðimørkina, sum Ísraelsfólk gekk í. Tað kann kennast sera drúgt, og vit kunnu onkuntíð ynskja okkum at liva okkara ”gamla” lív (Aftur til Egyptalands)– tí tað er tað, vit kenna til.

Málið hjá Ísraelsfólkið var Kánansland. Málið hjá okkum er Himmalin. Gud syrgdi fyri Ísraelsfólki í oyðimørkini. Gud syrgir eisini fyri okkum, meðan vit eru her á Jørð. Hygg fram móti málinum.