Í arbeiðsklæðum

”Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp. ”
Orðt.4,23

(Kol. 3,12-17.)

 

Í Nýggja Testamenti finna vit fult av áminningum. Áminningar halda vit vera keðiligar. Men tær eru kortini vinir. Tær skulu minna okkum á, at Kristus gongur okkara millum sum tann, ið tænir. Við hansara tænastu verður lívið gott, tí kærleiki og miskunnsemi komu við honum. Í eini verð, sum ofta er náðileys og køld, eru vit kallað at gera, so sum hann hevur gjørt móti okkum.

 

“Tit menniskju, verið ikki so hørð!” Soleiðis suffar tann svenski yrkjarin Gustaf Frøding. Hann leið av hørðum ummælum og fordómum. Og hvør av okkum kann siga seg frían at geva okkara tilskot. Tað er tí, vit mugu hoyra áminningina at fara í arbeiðsklæðini: “So íklæðist tá … kærleikan.” Tað er hann, sum gevur hin blíða og hugnaliga dámin í einum heimi. Tað er hann, sum fær alt at laga seg við samarbeiði á arbeiðsplássinum. Tað er hann, sum ger at menniskju verða var við, at tey koma hvør øðrum við. Tað er hann, sum ger skeivleikar hjá øðrum smáar og fær meg at hyggja gjøllari at mínum egnu. Óttast ikki fyri, at alt skal blíva ov friðsælt, tí Guds miskunnsemi verður ríkiliga brúk fyri kortini!

E Campbell umsetti.