Í dag, um tú hoyrir rødd hansara…
“Tí er tað eins og heilagi andin sigur: Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara.”
Hebr. 3,7-8.
Ein Harrans tænari sigur frá hesari hugtakandi hending frá sínum gerningi fyri Gud:
“Eg vitjaði einaferð ein eldri arbeiðsmann, sum segði, at hann væl visti, hví eg kom til hansara: eg vildi siga honum, at hann skuldi umvenda seg. Hann var greiður yvir, at einaferð mátti hann gera álvara av at venda um; men enn hevði hann ongan rættiligan hug havt at gjørt tað.”
Tá ið eg spurdi hann, hvat hann helt mundi vera hin veruliga orsøkin til, at hann ikki kundi gera av at blíva ein Jesu eftirfylgjari, viðgekk hann reiðiliga, at hann hevði ein sterkan hug til rúsandi drykkir, sjálvt um tað ikki hendi ofta, at hann beinleiðis var fullur. Hann skilti, at hetta vildi Harrin hava hann burturfrá, um hann yvirgav seg til hansara, og tí hevði hann heldur viljað útsett umvendingina.
Meðan vit tosaðu saman, segði hann mær, at Gud sjálvur fleiri ferðir hevði kallað so álvarsliga á hann, at hann hevði skilt, at nú mátti tað vera; men altíð hevði hann skumpað tað frá sær aftur. Fyrstu ferð vórðu hestarnir, sum vóru spentir fyri ein tungan arbeiðsvogn, sum hann koyrdi, blivnir stygdir, og teir runnu avstað í øði. Hann var dottin úr vogninum og var yvirkoyrdur. Tað stóð enn fyri honum sum eitt undur frá Gudi, at hann var komin fyri seg aftur aftan á hetta.
Aðru ferð gekk hann eitt myrkt heystkvøld í mjørka tvørtur um ein bø. Hann misti ættarskilið og kom tætt til eitt stað, har jarnbreytin gekk niður í eitt djúpt gil. Hetta sá hann ikki og fór á bólt oman brekkuna. Her datt hann so illa, at hann slerdi høvdið hart móti jarnbreytini, og slagið var so dygt, at hann fall í óvit og varð liggjandi tvørtur um jarnbreytina.
Tá ið hann fekk vitið aftur, føldi hann seg ógvuliga ússaligan og veikan og orkaði ikki at flyta seg úr stað. Beint aftaná hoyrdi hann týðiliga tað kenda ljóðið av einum toki, sum nærkaðist, og tá ið hann snaraði høvdinum eitt sindur, sá hann ræðslusligin heilt skilliga lyktirnar á lokomotivinum nakað burtur frá sær.
Óttin gav honum so mikið av megi, at hann fekk strevað seg eitt sindur til viks burtur frá jarnbreytini, og nú rullaði hann niður í veitina hinumegin jarnbreytina og varð liggjandi. Í somu stund súsaði tokið framvið. Aftur fall hann í óvit, og ikki fyrr enn einar tveir tímar seinni varð hann funnin av einum manni, sum arbeiddi á jarnbreytini, blóðdálkaður og stívur í kulda. Aftur var hann á undurfullan hátt frelstur frá tí annars so vissa og neyðarsliga deyða.
Triðju ferð, Guds kall hevði ljóðað til hansara, var, tá ið ein av sonum hansara varð borin illa særdur til hús. Hann hevði saman við nøkrum vinmonnum klintrað í einum grótbroti og var dottin oman. Í mánaðir stóð um lív hjá dronginum, og hjørtuni í foreldrunum høvdu pínst svárliga, til hann at enda gjørdist frískur.
Alt hetta segði hesin maður mær, og so endaði hann við hesum orðunum: “Allar hesar ferðirnar hevði eg eina vissa fatan av, at Gud kallaði á meg og vildi hava meg at venda um. Enn er tað ikki hent; men eg geri tað óivað einaferð.”
Eg tosaði leingi og álvarsliga við hann, um hvussu hættisligt tað er at útseta eina so umráðandi søk, og at tað kundi blivið ov seint. Maðurin nikkaði góðsliga til alt, eg segði; men eg merkti skilliga, at fullur álvara vantaði í sinni hansara. Eg sá hann enn einar tvær ferðir; men alt var framvegis sum vant.
Um leið eitt ár eftir hesa samrøðu kom burturferð hansara frá hesi jørð. Tað var eitt kvøldið, tey hildu eina familjuveitslu í heimi hansara, og hann hevði drukkið meir enn vant. Tá ið hann var farin til songar, fekk hann astma, sum hann ofta leið av, og tí fór hann fram á gólv at lata eitt vindeyga upp fyri betur at kunna fáa luft. Her man hann hava toygt seg ov langt út, tí hann fór eftir høvdinum niður í túnið, og seinni um náttina fann ein náttarvakt hann knústan niðri á gøtuni. Gud hevði altso kallað til fánýtis.
“Tí er tað eins og heilagi andin sigur: Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara.” Hebr. 3,7-8.
Effie Campbell umsetti