Í hond Meistarans

”Og hvørja ferð eitt kerið, sum hann fekst við, miseydnaðist, sum tað kann henda við leirinum undir hond leirkerasmiðarins, tá fór hann aftur at gera burtur úr tí annað ker, so sum hann nú vildi hava tað gjørt. ”
Jer.18,4

Um leir í meistarahond, um Ísrael í meistarahond, um menniskjuna í Guds hond skal Jeremia læra.

”Og hvørja ferð eitt kerið … miseydnast” – hetta er jú okkara søga. Men framhaldið av okkara søgu er: Hann tekur sær av tí fólki, ið er við undirlutan. Hann gevur eina nýggja byrjan. Lýtaleysa og heila rættir hann okkum dagliga lívsins gávu. Hann fór aftur at gera burtur úr tí. Hann fer aftur at gera burtur úr tí.

Hann fer aftur at gera burtur úr tí -. Á hesum øki mega børn hansara læra av honum. Tí eisini millum menniskju miseydnast ker. Sjálvt tá hendur okkara royna at vera varligar, kunnu tær kortini lættliga verða ov harðligar. Hann fór aftur at gera burtur úr tí – fór hann ikki, so lá framtíð okkara úti á øskudunganum. Men tá ið hann byrjar av nýggjum við okkum, mega vit eisini byrja av nýggjum við hvørjumøðrum. So fáa eisini tey, hvørs fortíð var farin í sor, eina framtíð.

Hann fór út aftur at gera burtur úr tí. – Hann skapaði nakað í tí fullkomnu kvirruni. Ein søga er um ein gamlan mann, sum stóð og sagaði kvistutan brennivið, og seint gekk hjá honum. Tá kom onkur framvið: ”Tú skuldi heldur hvest hasa sagina hjá tær!” segði hann. Men hin gamli hugdi ilskur upp á hann og svaraði: ”Eg skal vera liðugur at saga alt hetta, áðrenn kvøldið kemur … heldur tú so, at eg havi tíð at hvessa?”

Skal Gud kunna nýskapa nakað í lívi okkara, má hann fáa kvirrar løtur at skapa nakað í. Eitt mannalív uttan stillar løtur verður onki lív. Men aftur hin vegin. Kvirran í sær sjálvum skapar ikki hetta; ein kvirra, hvar Gud ikki kemur framat (t.d. Gjøgnum Bíbliu, bøn og altarborð) verður bert ein kvirra, sum verður ein ótolandi tómleiki.

Onki verður kravt av sjálvum leirinum. Onki uttan bert hetta eina, at tað letur seg evna.

Men í hesum eina liggur eisini alt!

Um hann í hjartadýpi
mynd av sær sjálvum sær,
tá frøist meistarin mikli –
hans gerningur ávøkst bar.