Í kvirru
Bønin er ein týðandi partur av kristna lívinum, men summi hava ikki sæð, hvussu stórt ríkidømi liggur í bønini. Í Opinberingini 3,20 lesa vit: “Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær.”
Vit liva í eini tíð, sum manglar kvirru. Vit hava íbúðir og hús okkara fulla av tólum, sum larma. Sumt ljóð dámar okkum, meðan annað er okkum ikki til gleði. Vit hava brúk fyri stillu rundan um okkum og serliga inni í okkum sjálvum. Vit kristnu hava tann besta møguleikan fyri uppbyggjandi kvirru, og tað er í bøn til Guds. Sitandi still frammanfyri Guds trónu, tosandi við hann ella bara sitandi kvirr frammi fyri Gudi. Um vit sita ella liggja á knæ ella okkurt annað er ikki tað avgerandi. Tað avgerandi er, at vit eru still fyri Gudi. Matteus skrivar: “Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.” (Matt 6,6)